Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 140
144
TÆR ELSTU MYNDIRNAR AV FØROYSKUM PLANTUM
- XLVI
- XLVII
- XLVIII
- XLIX
- L
- LI
Supplementum:
Icones Plantarum sponte nascentium in
Regnis Sueciæ et Norvegiæ. Supplementum
Operis Floræ Danica nomine inscripti
editum a F.M. Liebmann et J. Lange. Volu-
men primum (unicum). Hauniæ 1874. Fol.
H.
Fasc. I ed. F.M. Liebmann t. 1- 60 1853
- II ed. J. Lange 61-120 1865
- III - 121-180 1874
Eitt sindur um tey latínsku nøvnini
í miðøldini og heilt upp til okkara tíð hevur
latín verið vísindamálið, og allar plantur og
øll dýr hava latínsk nøvn. Framman undan
stóra svenska plantufrøðinginum Carl von
Linne (1707-78) var ikki vanligt, at plant-
urnar høvdu serstakt latínskt navn, men í
staðin var ein longri frágreiðing um útsjónd
og eginleikar plantanna á latíni. Linne fekk
í lag, at hvør planta og hvørt dýr skuldi hava
tvey og bara tvey nøvn. Hann nevndi tað
slekt og slag. Henda regla Linnes verður
framvegis nýtt, tí hon hevur roynst góð. T.d.
eitur summardái Bellis perennis og einki
meira. Tó skal eftir navnið standa navnið á
tí persóni, sum gjørdi hetta navnið. í hesum
føri skal tað vera L., sum merkir Linne.
Eisini tey ymsu tjóðarmálini nýta somu
navnagávu, nevniliga tvey orð - í nevnda
2701-2760 1867
2761-2820 1869 = vol. 16 1871
2821-2880 1871
2881-2940 1877
2941-3000 1880 = vol. 17 1883
3001-3060 1883
dømi støðugtblómandi summardái á før-
oyskum.
Men vit síggja ofta, eisini við teimum 6
plantum, ið her eru umrøddar, at tær gjøgn-
um tíðirnar hava havt ymisk nøvn. Tað eru
tvær høvuðsorsakir til hetta. Onnur er, at
menn ofta hava givið eini plantu eitt navn
uttan at vita, at sama plantan frammanund-
an hevði fingið eitt vísindaligt navn. I slíkum
førum er tað tað fyrra navnið, sum geldur.
Kortini verður ikki gingið longri aftur enn
til 10. útgávu av Systema Naturae eftir Linne
frá 1758. Nøvn givin undan hesum árinum
galda ikki. Hin orsøkin til, at plantur skifta
navn, er, at ein planta, sum menn roknaðu
fyri eitt plantuslag, seinni er vorðin roknað
fyri fleiri sløg, og tá mugu tey hava nýtt navn
hvørt sær sjálvandi. Annars skal viðmerkj-
ast, at av teimum nøvnum, vit nevna latínsk,
eru stórur partur í veruleikanum griksk.
Føroya Landsbókasavn
Landsbókasavnið eigur tað mesta av Flora
Danica, nevniliga árgangirnar frá 1761, sum
var fyrsta útgávuárið, og fram til 1834. Fríð-
rikur 5. kongur og stjórn hansara vildu, at
hetta bókaverkið skuldi fáa so stóra út-
breiðslu sum gjørligt. Tí vórðu nógv ókeypis
eintøk latin embætismonnum - ikki til ognar,