Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 49

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 49
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 53 røkkur væl til skrivstovuhald og fundir, ið verða hildnir eina ferð um mánaðin ella so. Á fundum verður støða tikin til givin ráð og torførar spurningar verða serliga havdir til viðgerðar. Onnur grein í reglugerðini ljóðar soleiðis: „Føroyska málnevndin skal geva lands- stovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál. Nevndin hev- ur fyrst og fremst hesar fyrisetningar at fremja: 1. At savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist. 2. At svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum lands- fyrisiting, skúlar, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. 3. At svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðanøvnum og øðrum nøvnum. Spurningar og svør verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini. 4. At hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra. Nevndin tilnevnir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda. Harumframt kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum og øðrum.“ í 4. grein stendur m.a.: „Nevndin situr í fýra ár í senn. Hon velur sjálv formann sín. Av nevndarlimum krevst, at teir hava málsliga útbúgving ella á einhvønn hátt hava prógvað kunnleika og hegni til føroyskt málstarv. Føroyamálsdeild Fróðskaparseturs Føroya veitir nevndini málfrøðiliga leiðbeining eftir tørvi og letur málsøvn síni vera henni til taks.“ Nakrar fáar viðmerkingar til endamáls- orðingina. At savna og skráseta nýkomin orð skal orðasavnið á Føroysmálsdeildini eisini gera. Men nevndin skal serliga royna at fylgja við nýkomnum orðum við tí í huga at kunna hava svar til reiðar, tá ið fólk sóknast eftir orðum fyri nýggjum hugtøkum. Eisini er tað vert at fylja við nýggjum orðum, ið kanska eru ikki nóg góð, so at høvi kann vera til at gera uppskot um betri orð. Eisini stendur, at nevndin skal evna til nýggj orð, og tað roynir hon sum frægast, bæði biðin og óbiðin. Eg skal her nevna nøkur dømi - summi orðini eru komin í nýtslu, onnur ikki. Eg nevni hitt fremmanda fyrst og síðan føroyska uppskot- ið: beredskab: fyribúnaður, boblebad: gos- bað, butterfly fillet: tvíflak, container: bingja, ensilage: súrløga, gylle: flottøð, kunstgræs: graslíki, multipack: fjølpakki el. stórpakki, overhead-projector: uppvørpa, relæ: reiðlag, roll-off-roll-on skib el. ro-ro skib: ekjuskip, skrubtudse: rúðurpadda, totalentreprise: al- verktøka, løbetid: (fyri veksil): gildistíð, applikationsprogrammel (til teldu): nýtslu- forrit, remmesæl: granselur (hetta er forn- norrønt orð) - sama er skálgi fyri danska fiskanavnið skalle, kollektiv: búlag el. sam- bú, kollegium: búgarður, terminal: farstøð, frynsegoder: umloysur (hetta er orð, sum var til frammanundan og mong munnu kenna - tað sigur, at tað er ikki altíð neyðugt at skapa
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.