Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 123
FØROYSK KLÆÐIR
127
akslarnar og er prýddur við svørtum reps-
bondum. Tann minni stendur nakað uppfrá
uttan at vera seymaður sum skjúrtuflippa.
Framman er møttulin prýddur við prýðis-
stikningum. Prýðisknappar hava verið, men
eru burturtiknir.
Bundnaturriklæði sum prýðisplagg kom í
brúk, aftan á at Elsa Bærentsen hevði end-
urbundið og skapað nýggj mynstur í seksti-
árunum.
Mansbúnin
Sjóstúkan
Lucas Debes skrivar um stuttan, víðan
„kjortel“. J.Chr. Svabo skrivar um jakkasjó-
stúku, sum er svørt seyðalitt, víð og hongur
leys um kroppin, røkkur niður á hálv lørini.
Frá mjadnunum og niður er liðargeiri.
Knapparnir eru antin av hvítum beini ella
brúnir. A akslunum er nælt (seymaður
heksastingur) við togtráði (tráður spunnin
úr broddi). J.Chr. Svabo sigur teir í Skúvoy
hava ein eykageira mitt aftan. J.Chr. Svabo
skrivar eisini um síðan kjóla av svertaðum
vaðmali. Kjólin er ryktur við føllum á
mjadnunum, og knapparnir eru av hestahári.
Hann sigur eisini, at hesin kjólin er við at
fara av móta, og í staðin er komin ein svartur
vaðmalsvestur, sum er styttri og uttan føll.
J. Landt nevnir sama plaggið við trimum
nøvnum: jakka, koftu ella sjóstúku. Liturin
er myrkamorreyður, vaðmalið er tvískeftað,
tætt og sterkt. Koftan røkkur niður á knøini,
er víð um miðjuna, ryggurin er skorin í ein-
um, og upp í síðurnar er settur liðargeiri
Ermarnar eru seymaðar í einum, antin við
seyminum innan- ella uttanarma. Ermarnar
eru víðar í erva, sneiddar í neðra við stuttari
„sliss“ og einum knappi. Koftan hevur
knappar framman, antin hvítar ella brúnar
úr beini, sum fáast úr handlinum.
C.J. Graba skrivar, at sunnu- og halgidagar
ber hin múgvandi føroyingurin svartan ull-
intan frakka, í sniði átøkan teim sonevndu
skansafrakkunum, ella teimum, sum bøndur
úr fyrru øld eru klæddir í á leikpallinum.
Frakkin røkkur niður á knæ og er eins víður
í erva sum í neðra, framman settur við
knappum eftir allari síddini, og knappholini
eru seymað reyð úr ullintum tráð.
H.J.J. Sørensen sigur teir eldru menninar
brúka svarta vaðmalskápu, sjóstúku, sum
røkkur niður á knøini, og eisini sigur hann
tey vera farin at seyma koftuna styttri eins
og stuttar yvirfrakkar.
H.M. Debes sigur seg hava lisið í bók um
Dyveke, hjákonuna hjá Kristiani 2., at før-
oyingar, ið komnir vóru at hitta kong, vóru í
svørtum koftum. Hetta hevur verið fyri
1517. H.M. Debes sigur tað hava verið
tvinnanda sløg av sjóstúkum, ta stuttu, ið
røkk oman ímóti knøunum, og hina síðu, ið
røkk niður um hosubondini. H.M. Debes
sigur sjóstúkuna vera glatta í erva við átta
knappum niður framman og nógv útskráaða
í neðra. Um kraga og akslaseym er seymað
við sjóstúkunæling.
Fornminnissavnið eigur tvær sjóstúkur
uml. 150 ára gamlar, onnur er úr Nólsoy og
hin úr Saksun. Báðar eru svartar, annars í
tilfari og útsjónd nágreiniliga eins og í frá-
greiðirig J. Landts. Sjóstúkan úr Nólsoy er
fórðað við bummull, hevur heilan rygg og
liðargeirar, er 100 cm long, hevur 10 knapp-
hol og 10 knappar (ein er burtur). Knapp-