Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 82
86
HVUSSU EIGUR KIRKJUMÁLIÐ AT VERA?
málaráðharran, sum J. Dahl og onnur, sum
høvdu við sakina at gera, ongantíð fingu at
síggja, men í besta lagi fingu at hoyra um í
kirkjumálaráðnum. Effersøe sigur ikki
nakað um sína hugsan, men skjýtur seg un-
dir Sørensen próst, Hjalmar Hammershaimb
og Chr. Bærentsen amtmann og aðrar. Her
skulu bert endurgevast partar úr einum
brævi frá Olivuri Effersøe landstingsmanni
til kirkjumálaráðharran16. Vit mugu minnast
til, at tá vóru fimm ár, síðan ritualini vóru
týdd, og tey høvdu ferðast aftur og fram til
ummælis. Effersøe sigur, at stríðsspurning-
urin um ritualtýðingina snýr seg um, um tey
skulu umsetast til íslendskt ella til eitt mál,
sum tað núlivandi ættarliðið í Føroyum
skilir. Fyri Effersøe er hetta tað sama sum
spurningurin um málsliga nýskapan ella
kirkjuligt atlit. Hetta eru hansara egnu orð.
So krýpur hann sær undir kjólafaldin hjá
Sørensen prósti og leggur hann undir at hava
sagt, at ritualtýðingin hjá Dahl orð fyri orð
er einsljóðandi við „viðkomandi støð“ í
íslendsku bíbliuni. í skjølum frá Sørensen
finst hann ikki at hava málborið seg soleiðis,
sjálvt um hann heldur, at týðingin hjá Dahl
er ov nógv íslendskt ávirkað. Lítið trúligt er
tað, at Sørensen hevur lýtt Effersøe hetta í
oyrað, tí nakað óreiðiligt menniskja var
Sørensen á ongan hátt.
So tekur Effersøe sjálvur til orða aftur og
gevur nevndarlimunum, sum skuldu viðgera
ritualtýðingina, ummæli, og sjálvt um tað er
endurgivið fyrr, skal tað takast upp aftur.
Tað ljóðar: 1) provst Dahl, en Fanatiker paa
det sproglige og nationale Omraade, 2)
Kongsbonde Johs. Patursson, ds. - tað má
merkja: tað sama sum Dahl. Ligeledes vel
kendt fra Norgessagen i Fjor, Selvstyre-
partiets Formand. Kommissionens eneste
rent læge medlem. Tað kann ikki merkja
annað í hesum viðfangi, enn at hann hevur
einki skil fyri føroyskum máli. 3) Lærer
Kallsoy, Ejde, Selvstyrepartiets Kandidat
ved sidste Lagtingsvalg paa Østerø. 4) Læ-
rerinde Karen Samuelsen, Hvidenæs, Johs.
Paturssons Slægtning. 5) Højskoleforstander
Símun af Skarði. Som Nr. 1). Danmarks far-
ligste Modstander paa Færøerne. A. Sogne-
præst Gulak Jacobsens sproglige Evner er
uomtvistelige. Forøvrigt er han en udpræget
Fredens og Kristendommens Mand, for
hvem jeg nærer den største Agtelse. Maa
anses for at staa uden for de politiske Par-
tier. B. Lærer Joen Poulsen. Som A, dog at
han er Medlem af Sambandspartiet. Effer-
søe sigur, at tað, sum hann her hevur skrivað,
ynskir hann at bera fram fyri kirkjumála-
ráðið og almenningin. Og so krevur hann at
fáa svar frá ministeriinum upp á fýra spurn-
ingar, harav eg skal nevna tann seinasta, sum
er, um ministeriic cennir samanhangin mill-
um Dahls ritualstýðing og íslendskt mál, og
hann endar ógvuliga flott við hesum orðum:
Offentligheden og jeg er nemlig stærkt
interesseret i at kende Sagens Gang i sin
Helhed.
Effersøe nevnir her Jógvan Poulsen sum
sín partamann í málspurninginum. Men tað
var Jógvan Poulsen ikki, tá ið spurningurin
var um málbúnan. Jógvan Poulsen gav sjálv-
ur út eina bíbliusøgu í 1900, og í hesum
arbeiðinum hevur hann ráðført seg við
Hammershaimb, og mær tykir, at hon er
skrivað á einum frálíkum máli, sum vit mugu
siga er føroyskt og hvørki danskt ella ís-
lendskt. Tað hevði ikki verið órímiligt hjá
Effersøe at skuldsett Jógvan Poulsen fyri at
týða til íslendskt, tá ið hann kann skuldseta
Dahl fyri tað. Men hann hevur kanska ikki
lisið bíbliusøguna. Jógvan Poulsen var alt
lívið eymur um málið, og so seint sum árið