Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 37
FØROYSKA MÁLNEVNDIN
41
um tey trý miðnorðurlendsku málini: danskt,
svenskt og norskt. Ja, um 1840 kom fram
hugsanin um felags stavseting fyri hesi trý
málini. Tað var danski málfrøðingurin N. M.
Petersen, ið setti fram hesar ætlanir, ið
summir seinni hava tikið upp aftur. Okkum
er N. M. Petersen kunnur fyri sín lut í tí
sniði, ið stavseting okkara fekk. Um tað
hevur Chr. Matras skrivað merkisverda
grein í Scripta Islandica, 1952, árbók hjá
Islándska sállskapet í Uppsølum í Svøríki. I
1869 komu málfrøðingar úr Danmørk,
Noregi og Svøríki saman til fundar í Stokk-
hólmi til at samráðast um, hvat ið gerast
kundi fyri at samskipa stavsetingarnar hjá
málunum trimum. Einki av týdningi spurdist
burturúr beinan vegin, men hugsanir, ið har
á fyrsta sinni komu fram, vórðu seinni at
veruleika í stavsetingarbroytingum í Dan-
mørk og Noregi - t.d. at skriva navnorð við
lítlum bókstavi og á í staðin fyri aa.
Seinni, tá ið ljóðfrøðin var upp á sítt besta,
vórðu framdar broytingar í svenskari stav-
seting, ið gjørdu munin millum orðmyndir
størri, enn hann hevði verið, eitt nú við at
strika h í orðum sum hval, so tað heldur
ókenniliga skriftsniðið val varð úrslitið. Tó
at hesir ólátaðu nýstavarar høvdu bestan
hugin, fingu teir kortini ikki undirtøku fyri
at beina fyri h í orðum sum hjalpa („jálpa“
hevði líkst burtur úr samsvarandi orðum í
øllum hinum norðurlandamálunum). Nú á
døgum eru málfrøðingar tíbetur farnir burt-
ur frá tílíkum nærskygdum syndringar-
royndum bæði við fortíðartekstir og skrift-
mynd hjá skyldum málum - skriftmál er ikki
bert ófullkomin avmynd av talaðum máli.
11930-árunum kyknaði hugurin fyri norð-
urlendskum samstarvi aftur av álvara við
norrønu feløgunum, sum m.a. løgdu stóran
dent á at stimbra málsliga felagsskapin, men
heimsstríðið gjørdi, at mangt, ið ætlað varð,
varð av ongum, men slitið landanna millum
gjørdi, at samhugin vaks tess meira. Ahuga-
verdar eru royndirnar, sum hin eldhugaði
danski løgfrøðingurin og leikritahøvundurin
Sven Clausen gjørdi til at røkta danskt mál
nærri at hinum skandinavisku málunum við
at leggja burtur innsløtt orðatilfar, serstak-
liga týskt, og seta í staðin norðurlendsk orð
ella nýgjørd úr heimligum tilfari. Arini 1938-
1947 gav hann út „Árbøger for nordisk mál-
stræv“. í Danmørk varð í 1941 stovnað eitt
felag, nevnt „Dansk Forening til nordisk
Sprogrøgt", sum árini 1942-51 gav út tíðar-
ritið „Vort nordiske Modersmál“. Ágang-
urin sunnaneftir mundi birta upp undir hesar
hugsjónir, og tá ið av aftur hæsti, sovnaðu
tær aftur. Ikki mundi lítil látur verða gjørdur
burtur úr uppskotum Sven Clausens um
norrøn orð fyri tey ódonsku. Gaman í, einki
ilt er í at síggja tað SiUttliga við lutunum,
men illflennið man hava beint fyri mangari
góðari ætlan.
í 1942 hendi okkurt í Svøríki. Svenska
norrøna felagið skipaði fyri einumhvørjum
málskeiði. Her røddi hin mæti málprofess-
arin Elias Wessen um norðurlendskan mál-
felagsskap og um, hvat ið gerast kundi til at
menna hann. Hann skeyt upp at stovna eina
samnorðurlendska málnevnd. Men hetta
gjørdist ikki, meðan kríggið herjaði, men
málið fekk í staðin ta vend, at sum fyrsta stig
á leiðini varð stovnað ein svensk málnevnd
(„Námnden fðr svensk sprákvárd", 1944; í
1974 varð navnið broytt til „Svenska sprák-
namnden“). Henda nevndin hevði tað tví-
falda endamál: at røkja og varða um svenskt
mál og at royna at fáa í lag norðurlendskt
samstarv um málrøkt. Rætt er at nevna her,
at fyrsta málnevndin í Norðurlondum var
hin finnlandssvenska, ið varð stovnað longu