Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 68
72
RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM
nevndini skuldu sita amtmaðurin, dómarin,
landfútin og tveir løgtingsmenn. Hetta varð
samtykt av løgtinginum, sum valdi Johan
Danielsen og Edw. Mitens í nevndina. í
februar 1933 var nevndin liðug við arbeiðið
og hevði gjørt uppskot til rættargangslóg fyri
Føroyar. Meirilutin í nevndini hevði ikki
uppskot um broytingar í grein 149 um rætt-
armálið, sum sostatt framvegis skuldi vera
danskt. Minnilutin (Mitens) tók hesum við-
víkjandi fyrivarni og skilaði sær rætt til í
løgtinginum at seta fram uppskot um, at
føroyskt mál ikki átti at verða roknað sum
fremmant mál í Føroya rætti, men at tað í
tann mun, tað var gjørligt, átti at fáa viður-
kenning sum rættarmál í Føroyum undir lið-
ini á donskum máli. Løgtingsval hevði verið
í 1932, og Sambandsflokkurin fekk við valið
meiriluta í løgtinginum. Meirilutin í ting-
nevndini (Johan Danielsen, Kr. Djurhuus og
Andr. Samuelsen) førdi fram, at danskt
hevði verið og framvegis var rættarmál í
Føroyum. Allar lógir, sum vóru galdandi í
Føroyum, eisini serføroyskar, vóru orðaðar
á donskum máli, og fór hetta helst eisini at
vera so framvegis, so leingi sum danska
grundlógin var galdandi í Føroyum, og lóg-
gávuvaldið tí lá hjá ríkisdegi og kongi. Eisini
vórðu allar rættarbøkur førdar á donskum
máli. Meirilutin vildi tí varðveita galdandi
skipan. Tó var hetta ikki til hindurs fyri, at
føroyingur, sum møtti í rættinum sum vitni,
skuldsettur ella ákærdur, sjálvur skuldi hava
rætt til at gera av, um hann vildi verða yvir-
hoyrdur á føroyskum ella donskum máli.
Meirilutin setti tí fram broytingaruppskot til
grein 149 samsvarandi hesum. Minnilutin
(Edw. Mitens og Niclas Niclasen) setti fram
uppskot um at broyta grein 149 soleiðis, at
rættarmálið var danskt og føroyskt. Minni-
lutin førdi fram, at føroyskt var talumál før-
oyingsins og var eisini í størri mun vorðið
skriftmál hansara. Móðurmálið hevði tí rætt
til og krav um viðurkenning sum rættarmál í
Føroyum. Hetta skuldi heldur ikki elvt til
nakrar trupulleikar, um dómarin var føroy-
ingur ella hevði virkað her í nøkur ár. Um
dómarin ikki skilti føroyskt mál, tí hann
hevði verið stutta tíð, skuldi tað verið gjør-
ligt at hjálpt sær við umsetingum. Uppskotið
hjá meirilutanum varð samtykt við 11 at-
kvøðum, og lógaruppskotið í síni heild sam-
tykt við 3. viðgerð við 16 atkvøðum. Upp-
skotið varð síðan viðgjørt og samtykt á rík-
isdegi og staðfest sum lóg nr. 174 frá 11. mai
1935. Sambært hesi lóg skuldi upp í grein
149, 1. stk. um rættarmálið, sum framvegis
skuldi vera danskt, skoytast soljóðandi setn-
ingur. „Er Sorenskriveren (Dommeren) det
færøske Sprog mægtig, skal han benytte
dette ved Afhøring af færøsktalende Per-
soner, som udtaler Ønske herom. Er Soren-
skriveren (Dommeren) ikke det færøske
Sprog mægtig, skal Afhøring af færøsk-
talende Personer, som ønsker dette Sprog
benyttet, foregaa ved Hjælp af Retsvidnet
eller en af Retten beskikket, dertil egnet
Person.“
Sama ár, sum føroyska rættargangslógin
varð samtykt á ríkisdegi, legði Sjálvstýris-
flokkurin fram áheitan í løgtinginum um
nýtslu av føroyskum máli í øllum viðurskift-
um. Talan var um føroyskt sum fasta læru-
grein við Tvøroyrar realskúla, føroyskt mál
á almennum skrivstovum o.a., føroyskt
kenslumál og rættarmálið. Viðvíkjandi
spurninginum um nýtslu av føroyskum máli
á almennum skrivstovum førdi nevndar-
meirilutin (Sambandsflokkurin) fram, at
løgtingið sjálvandi kundi gera av, hvat mál
løgtingsnevndir skuldu nýta, men at tað har-
afturímóti ikki kundi gera av, hvat mál teir