Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 130
134
FØROYSK KLÆÐIR
Stavne, der rejser sig 1/2 alen i Vejret og
Kanterne paa disse Stavne ere prydede med
en slags Stive og smale Kniplinger.“
Sum vit síggja, samsvara frágreiðingarnar
ikki heilt. J.Chr. Svabo sigur frá trimum
stavnum og J. Landt frá tveimum.
C.J. Graba skrivar, at húgvurnar eru seym- •
aðar úr fínum ullintum vanliga reyð- og blá-
teinutum klæði, tær eru kelvirundar og o.u.
9 tummar høgar og sera bæriligar. C.J. Graba
nevnir ikki stavnhettuna, men sigur frá
húgvu úr tjúkkum svørtum vaðmali, ið fjalir
pannu og vangar. Hetta er helst hettan.
H.J.J. Sørensen skrivar, at „paa Hovedet har
de en let vævet, smaastribet Hue.“
H.M. Debes skrivar, at til sjóstúkuna klæðir
best dimm húgva ella stavnhetta.
Nólsoyar Páll letur Jákup á Møn í tríkant-
aðan hatt.
Fornminnissavnið eigur bæði gamlar og
nýggja stavnhettu.
Petra Djurhuus hevur í bókini „Føroyar 1“
skrivað hesa frágreiðing um ta gomlu stavn-
hettuna. Petra Djurhuus er eitt sindur í iva
um frágreiðingir^ hjá J.Chr. Svabo.
„Hvussu Svabo kemur til hetta úrslit við-
víkjandi nýtslu av stavnhettuni, er ikki væl
skiljandi. Her kundi heldur hugsast um ta
nú nýttu hettuna, sum tó ongastaðni verður
nevnd og tykist at vera høvundunum ókend.
Fornlutasavnið eigur tvær stavnhettur frá
gamlari tíð av svørtum einskeftaðum vað-
mali. Innast er ein rundur kollur av filti,
klæddur við vaðmali og 6 røð av svartari,
ullintari agraman krossað niður yvir kollin,
so hann verður býttur í 6 partar. Uttan á
kollinum eru so stavnarnir, 24 cm høgir aftan
og framman og sneiddir niður á liðina til 11
cm. Vaðmali er í 2 stykkjum við seymi mitt
niður eftir, har stavnurin er hægstur og lagt
inn á kollin í neðra. Á sama hátt eru stavn-
arnir klæddir innanfyri og agramanin sett
runt um kantin. Fyri framman er so strút-
urin, ein tríkantur, 32 cm langur og 6 cm, har
hann er hægstur, klæddur innan og uttan við