Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 40
44
FØROYSKA MÁLNEVNDIN
ongan dóm óbiðin. Tað er ið hvussu er
meginreglan. Danska málnevndin skal m.a.
geva út stavsetingarorðabøkur. Ein nýggj
útgáva er nýkomin, hon hevur elvt til mikla
umrøðu og øsing, men tað var áðrenn hon
kom út. Tað hevði likið út, at summi fremm-
andaorð skuldu stavsetast meira eftir fram-
burðinum enn siður hevði verið. Eitt var
mayonnaise, ið skotið var upp at stava beint
fram: majonæse; annað var remoulade til
remulade. Hetta var ikki tann stóra koll-
veltingin, tí soleiðis var fyrr gjørt við hópin
av útlendskum tøkuorðum, eitt nú ræs fyri
en. race, miljø fyri fr. milieu. Onnur norð-
urlandamál, helst norskt, gera nógv meira
av at laga stavseting av fremmandaorðum
eftir innlendskum framburði. Men ikki var
lukkuligt, sum hesar nýstavingarroyndir
vórðu illa upptiknar hetta summarið, ja,
ósemjan varð borin saman við herstríð og
kallað „majonæsekrigen“! Hetta kann verða
nevnt sum dømi um, hvussu viðbrekið tað er
at pilka við stavseting, ið fólk hevur vant seg
við. Tað gav at bíta í íslandi, tá ið bókstav-
urin z varð avtikin í 1972. Tingmál varð gjørt
burturúr - enn eru mong ið ikki vilja viður-
kenna hesa broyting. Og vit, ið nakað til-
komin eru, minnast aftur á orrustuna um ei
og o fyrst í fimmtiárunum. Ert tú o-maður
ella ei-maður? var vanligur spurningur tá.
Og stavsetingarstríð gjørdi sítt til at beina
fyri Føringafelag á sinni.
Norska málráðið hevur 42 limir, ið eru
skiftir í tvær javnstórar deildir, eina fyri bók-
mál og eina fyri nýnorskt. Limirnir í hesum
málnevndum verða tilnevndar eftir uppskoti
frá einari fjøld av ymsum stovnum og feløg-
um, ið hava stóra málsliga ávirkan. Eitt av
mongum verkevnunum, ið liggja til norska
málráðið, er at tað skal kanna og rættleiða
málið í øllum skúlabókum.
í smálondunum eru nevndirnar fámentari.
Grønlendska nevndin hevur 5 limir eins og
hin íslendska. I okkara málnevnd eru lim-
irnir eisini 5 í tali. Islendska málnevndin
hevur nýliga fingið nógv betri arbeiðsum-
støður. Starvsemi hennara er nú tryggjað við
lóg, sum er serstakt. (Okkara er sett sambært
landsstýriskunngerð.) Hon hevur góð hús at
halda til í og fleiri fulltíðarstarvsfólk við
lærdómi í málfrøði. Men íslendingar leggja
eisini stóran dent á at verja og røkja mál sítt.
Tað er eggjandi og hugvekjandi at koma á
ársfundirnar hjá norðurlendsku málnevnd-
unum. Teir verða sum nevnt hildnir til skiftis
í ymsum londum. Frammanundan verður
valt eitt ávíst umrøðuevni, sum umboð fyri
tær ymsu málnevndirnar halda stuttar fyri-
lestrar um, hvør úr sínum sjónarhorni. Síðan
verður orðaskifti, ið mangan kann vera bæði
lívligt og forvitnisligt.
Sum evni, ið hava verið til umrøðu í míni
tíð, kann eg nevna: Meginreglur fyri mál-
ráðgeving hjá málnevndunum. Tað vakti
samvitskuófrið hjá summum: spurningurin
var, um tað var rætt at geva málslig ráð. Var
tað ikki tín áskoðan, at tú trokaði inn á
onnur - smoygdi niður um høvdið á teimum,
sum tað eitur við einum mótakendum orða-
felli? Hetta var nógv kjak um. Ein norð-
maður segði seg geva ráð við góðari sam-
vitsku - tað var tað, ið fólk væntaði av sær,
og hann sum limur í málráðnum hevði
skyldu til. Eitt evni var: Mál og lóggáva. Tá
var fundurin hildin í Alandi, sum eins og
kunnugt hevur sera stranga lóggávu til at
verja svenska málið har fyri finskum. Har
fær eingin alment starv uttan at duga svenskt
mál til lítar! Hvussu verja vit føroyskt? Tvey
ár upp í slag var umrøðuevnið: Hvussu stav-
seta fremmandaorð? Seinnu ferðina var árið
fyri, sum vit høvdu tann heiður á fyrsta sinni