Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 40

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 40
44 FØROYSKA MÁLNEVNDIN ongan dóm óbiðin. Tað er ið hvussu er meginreglan. Danska málnevndin skal m.a. geva út stavsetingarorðabøkur. Ein nýggj útgáva er nýkomin, hon hevur elvt til mikla umrøðu og øsing, men tað var áðrenn hon kom út. Tað hevði likið út, at summi fremm- andaorð skuldu stavsetast meira eftir fram- burðinum enn siður hevði verið. Eitt var mayonnaise, ið skotið var upp at stava beint fram: majonæse; annað var remoulade til remulade. Hetta var ikki tann stóra koll- veltingin, tí soleiðis var fyrr gjørt við hópin av útlendskum tøkuorðum, eitt nú ræs fyri en. race, miljø fyri fr. milieu. Onnur norð- urlandamál, helst norskt, gera nógv meira av at laga stavseting av fremmandaorðum eftir innlendskum framburði. Men ikki var lukkuligt, sum hesar nýstavingarroyndir vórðu illa upptiknar hetta summarið, ja, ósemjan varð borin saman við herstríð og kallað „majonæsekrigen“! Hetta kann verða nevnt sum dømi um, hvussu viðbrekið tað er at pilka við stavseting, ið fólk hevur vant seg við. Tað gav at bíta í íslandi, tá ið bókstav- urin z varð avtikin í 1972. Tingmál varð gjørt burturúr - enn eru mong ið ikki vilja viður- kenna hesa broyting. Og vit, ið nakað til- komin eru, minnast aftur á orrustuna um ei og o fyrst í fimmtiárunum. Ert tú o-maður ella ei-maður? var vanligur spurningur tá. Og stavsetingarstríð gjørdi sítt til at beina fyri Føringafelag á sinni. Norska málráðið hevur 42 limir, ið eru skiftir í tvær javnstórar deildir, eina fyri bók- mál og eina fyri nýnorskt. Limirnir í hesum málnevndum verða tilnevndar eftir uppskoti frá einari fjøld av ymsum stovnum og feløg- um, ið hava stóra málsliga ávirkan. Eitt av mongum verkevnunum, ið liggja til norska málráðið, er at tað skal kanna og rættleiða málið í øllum skúlabókum. í smálondunum eru nevndirnar fámentari. Grønlendska nevndin hevur 5 limir eins og hin íslendska. I okkara málnevnd eru lim- irnir eisini 5 í tali. Islendska málnevndin hevur nýliga fingið nógv betri arbeiðsum- støður. Starvsemi hennara er nú tryggjað við lóg, sum er serstakt. (Okkara er sett sambært landsstýriskunngerð.) Hon hevur góð hús at halda til í og fleiri fulltíðarstarvsfólk við lærdómi í málfrøði. Men íslendingar leggja eisini stóran dent á at verja og røkja mál sítt. Tað er eggjandi og hugvekjandi at koma á ársfundirnar hjá norðurlendsku málnevnd- unum. Teir verða sum nevnt hildnir til skiftis í ymsum londum. Frammanundan verður valt eitt ávíst umrøðuevni, sum umboð fyri tær ymsu málnevndirnar halda stuttar fyri- lestrar um, hvør úr sínum sjónarhorni. Síðan verður orðaskifti, ið mangan kann vera bæði lívligt og forvitnisligt. Sum evni, ið hava verið til umrøðu í míni tíð, kann eg nevna: Meginreglur fyri mál- ráðgeving hjá málnevndunum. Tað vakti samvitskuófrið hjá summum: spurningurin var, um tað var rætt at geva málslig ráð. Var tað ikki tín áskoðan, at tú trokaði inn á onnur - smoygdi niður um høvdið á teimum, sum tað eitur við einum mótakendum orða- felli? Hetta var nógv kjak um. Ein norð- maður segði seg geva ráð við góðari sam- vitsku - tað var tað, ið fólk væntaði av sær, og hann sum limur í málráðnum hevði skyldu til. Eitt evni var: Mál og lóggáva. Tá var fundurin hildin í Alandi, sum eins og kunnugt hevur sera stranga lóggávu til at verja svenska málið har fyri finskum. Har fær eingin alment starv uttan at duga svenskt mál til lítar! Hvussu verja vit føroyskt? Tvey ár upp í slag var umrøðuevnið: Hvussu stav- seta fremmandaorð? Seinnu ferðina var árið fyri, sum vit høvdu tann heiður á fyrsta sinni
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.