Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 65
RÆTTARMÁLIÐ f FØROYUM
69
bøtara. Danskt mál er sostatt tá av álvara
farið at gera um seg í rættarviðurskiftum í
Noregi, og sama gongdin er í Føroyum, har
eisini danskt mál gerst rættarmál burturav.
Nær hetta er hent, vita vit ikki við vissu.
Miðaldarbrøv frá 15. øld, sum eru prentað í
Diplomatarium Færoense, eru skrivað á
gomlum norskum máli, tó við nøkrum før-
oyskum sermerkjum. I 15. øld eru eisini
donsk orð farin at síggjast í málinum. Elsta
varðveitta tingbókin frá 1615-54 er øll, sum
hon er, skrivað á donskum, og í 1637 verður
Seyðabrævið staðfest av nýggjum og umsett
til danskt mál. Tað er líkt til, at danskt er
vorðið rættarmál í Føroyum onkuntíð í 16.
øld, kanska um siðaskiftið.
Málsliga vekingin. Føringafelag
'Ikki bert innan rættarviðurskifti, men eisini
innan almenn viðurskifti yvirhøvur gjørdist
danskt tað viðurkenda málið burturav. Før-
oyska málið livdi tó framvegis á tungu før-
oyingsins í dagliga lívinum, kanska serliga
úti á bygdunum, har fólk ikki høvdu rættiliga
nógv samband við myndugleikarnar. I
seinnu helvt av 18. øld fóru menn, eitt nú
Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, undir at
savna orðatilfar, og Hammershaimb kom við
síni stavseting í 1846, eins og hann gjørdi
mikið savningararbeiði. Her vóru sostatt
lunnar lagdir undir tjóðskaparligt medvit,
serstakliga í málspurninginum. Ansurin fyri,
at móðurmálið kundi nýtast til annað enn til
munnligt samskifti í gerandisdegnum, spratt
av fyrstan tíð millum føroyingar í Keyp-
mannahavn; men við teimum kom rørslan
seinni heim til Føroya. Kallað varð saman til
fundar annan jóladag 1888 at stovna felags-
skap við stevnuskrá um at fáa Føroyamál til
æru, og at fáa føroyingar at halda saman og
ganga fram í øllum lutum, so at teir mugu
verða sjálvbjargnir. Á fundinum varð gjørd
samtykt í seks greinum, sum allar meira ella
minni snúðu seg um føroyska málið. Her
skal bert verða nevndur tann parturin av
samtyktini, sum hevði við nýtslu av málinum
í almennum viðurskiftum at gera. Hesum
viðvíkjandi segði samtyktin, at virkast skuldi
fyri at geva føroyskum máli fullan rætt at
verða nýtt munnliga í viðurskiftum millum
fólkið og myndugleikarnar.
Rættargangslógin fram til krígslok
Sambært grundlóg danska ríkisins skulu
rættarviðurskiftini skipast við lóg, og 15.
apríl 1916 varð samtykt rættargangslóg at
galda í Danmark frá 1. oktober 1919. Sam-
bært grein 149 í hesi lóg er rættarmálið
danskt. Lógin var sambært grein 1021 ikki
galdandi fyri Føroyar; men tað skuldi ásetast
í serstakari lóg, í hvønn mun reglurnar í
donsku rættargangslógini skuldu galda í
Føroyum. Sama árið bað løgmálaráðið amt-
mannin um at evna til og leggja fyri løgtingið
til ummælis uppskot til rættargangslóg fyri
Føroyar, og skuldi henda lóg byggja á somu
sjónarmið sum danska rættargangslógin.
Áheitanin kom til viðgerðar í løgtinginum á
ólavsøku 1916. Løgtingið metti ikki, at tað í
løtuni kundi gera meira við málið, men sam-
tykti at seta løgmálaráðnum fyrispurning,
um ríkiskassin vildi rinda útreiðslurnar av at
seta serstaka nevnd at arbeiða við málinum.
Løgmálaráðið svaraði, at hetta var stjórnin
ikki sinnað til, og tað hendi síðan einki ser-
ligt í málinum hvørki í 1916 ella 1917. í 1918
kom uppskotið til fyrstu viðgerð, har ið
samtykt varð at beina tað í trímannanevnd.
Sama dag var spurningurin um føroyskt mál
í kirkju og skúla til viðgerðar. Hóast hesir
spurningar ikki hava nakað beinleiðis sam-
band við evnið í hesi grein, hava teir kortini