Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 10
14
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI
ræði. Annað er, at nógv dømi eru um, at
tjóðir, sum út frá hesum grundsetningum
høvdu barst fyri sjálvræði, sýttu fyri at lata
aðrar tjóðir ella tjóðskaparligar minnilutar
fáa júst tey rættindi, sum meirilutin hevði
vunnið sær.
VI
Fyrr hevur verið nevndur tann dentur, sum
serliga Ernest Gellner leggur á upplýsingar-
stigið hjá einum etniskum bólki sum fyri-
treyt fyri at koma fram til eina tjóðskapar-
liga ásannan. Hetta ástøði kann neyvan
standa, sum tað er. Ivaleyst hevur hesin
veruleiki havt týdning í støðum. Sum komið
verður aftur til, dugdu t.d. føroyingar og
íslendingar yvirhøvur at lesa og skriva, og
sama írar. Men týskir bøndur og megin-
landsbøndur yvirhøvur dugdu hvørki. Tá ið
hellenar um 1830 gjørdu uppreistur móti
turkum, dugdu teir hvørki at lesa ella skriva,
soleiðis sum enski søgumaðurin Elie Ke-
dourie eisini ger vart við í klassiska verki
sínum Nationalism (1985).
Uppaftur meira var hesin veruleiki tann
vanligi har, sum tjóðskaparkensla og -rørsla
gjørdust sterkari í okkara øld - í londunum
í Asia og Afrika. í hesum førum vóru tað
heldur nakrir fáir oddamenn, sum longu
nevnt flestir skúlaðir í Europa, ið bóru tann
nýggja boðskapin um sjálvavgerðarrætt
tjóðanna út til europeisk hjálond - munnliga
á stórum fólkafundum. Tað er meira enn
vanligt, at tjóðskaparrørsla kemur fram í so-
nevndum diaspora-bólkum, bólkum, sum
sita langt burtur frá heimlandinum og haðan
síggja tað í nýggjum lýsi út frá nýggjum
ásannanum og eftir nýggjar ávirkanir.
Kenslan av at vera fremmandur í nýggjum
umhvørvi má skapa samanhald í minnilutum
við felags mentan, ikki minst máli, og tað
má vera náttúrligt, at felagsskapurin tá
kennist sterkari, enn hann kendist heima.
Soleiðis savnaðust teir norsku studentarnir
seinast í 1700-árunum í Det norske Selskab í
Keypmannahavn. 1 1830-árunum bant blað-
ið Fjølnir teir tjóðskaparligu íslendsku
studentarnar saman. 1 1870-árunum eru før-
oyingafundirnir í Keypmannahavn prógv um
eina heilt nýggja felagskenslu, sum í 1881
tók hold í Føringafelag. Og frá hesum dia-
spora-deplum breiddist rørslan til heim-
landið. í síni grund er fyribrigdið tað sama
sum hjá ungdómi úr øðrum meginlondum,
ið er staddur í europeiskum „móðurlond-
um“, sum nevnt hevur verið áður. Henda
kenslan av at vera fremmandur og millum
fremmandar - sum Hans Kohn og aðrir við
honum nevna Fremdheitserlebnis - er at
finna eisini nógv fyrr enn so, eisini hjá før-
oyskum ungdómi uttanlendis, tó uttan at fáa
tjóðskaparligar avleiðingar.
Eitt serligt og óvanliga sjáldsamt slag av
diaspora-tjóðskaparrørslu er hin jødiska zi-
onisman, sum bant saman gýðingar úr nógv-
um heimsins londum í virksemi fyri at vinna
aftur tað land, sum einaferð hevði verið
teirra, men sum tá - um aldaskiftið - var
partur av tí osmanniska (turkiska) ríkinum.
Nógvir av oddamonnunum høvdu ikki ta
gomlu trúnna, men vóru vantrúnir, og heldur
ikki var mentanin heilt hin sama, eftir at
gýðingar í tvey túsund ár høvdu verið
spjaddir millum fólkasløgini (harav heitið
diaspora), og haðan høvdu verið fyri ólíkum
mentanarligum árinum. Her hevur helst
tann kúgan og tann yvirgangur, sum hesum
fólki høvdu verið fyri í nógvar øldir, og sum
vóru kyknað upp aftur fyri aldaskiftið, eins
og trýst fólk av jødiskum uppruna saman.
Zionisman kann sigast at vera tann jødiska
úgávan av almennari europeiskari tjóðskap-