Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 10
14 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI ræði. Annað er, at nógv dømi eru um, at tjóðir, sum út frá hesum grundsetningum høvdu barst fyri sjálvræði, sýttu fyri at lata aðrar tjóðir ella tjóðskaparligar minnilutar fáa júst tey rættindi, sum meirilutin hevði vunnið sær. VI Fyrr hevur verið nevndur tann dentur, sum serliga Ernest Gellner leggur á upplýsingar- stigið hjá einum etniskum bólki sum fyri- treyt fyri at koma fram til eina tjóðskapar- liga ásannan. Hetta ástøði kann neyvan standa, sum tað er. Ivaleyst hevur hesin veruleiki havt týdning í støðum. Sum komið verður aftur til, dugdu t.d. føroyingar og íslendingar yvirhøvur at lesa og skriva, og sama írar. Men týskir bøndur og megin- landsbøndur yvirhøvur dugdu hvørki. Tá ið hellenar um 1830 gjørdu uppreistur móti turkum, dugdu teir hvørki at lesa ella skriva, soleiðis sum enski søgumaðurin Elie Ke- dourie eisini ger vart við í klassiska verki sínum Nationalism (1985). Uppaftur meira var hesin veruleiki tann vanligi har, sum tjóðskaparkensla og -rørsla gjørdust sterkari í okkara øld - í londunum í Asia og Afrika. í hesum førum vóru tað heldur nakrir fáir oddamenn, sum longu nevnt flestir skúlaðir í Europa, ið bóru tann nýggja boðskapin um sjálvavgerðarrætt tjóðanna út til europeisk hjálond - munnliga á stórum fólkafundum. Tað er meira enn vanligt, at tjóðskaparrørsla kemur fram í so- nevndum diaspora-bólkum, bólkum, sum sita langt burtur frá heimlandinum og haðan síggja tað í nýggjum lýsi út frá nýggjum ásannanum og eftir nýggjar ávirkanir. Kenslan av at vera fremmandur í nýggjum umhvørvi má skapa samanhald í minnilutum við felags mentan, ikki minst máli, og tað má vera náttúrligt, at felagsskapurin tá kennist sterkari, enn hann kendist heima. Soleiðis savnaðust teir norsku studentarnir seinast í 1700-árunum í Det norske Selskab í Keypmannahavn. 1 1830-árunum bant blað- ið Fjølnir teir tjóðskaparligu íslendsku studentarnar saman. 1 1870-árunum eru før- oyingafundirnir í Keypmannahavn prógv um eina heilt nýggja felagskenslu, sum í 1881 tók hold í Føringafelag. Og frá hesum dia- spora-deplum breiddist rørslan til heim- landið. í síni grund er fyribrigdið tað sama sum hjá ungdómi úr øðrum meginlondum, ið er staddur í europeiskum „móðurlond- um“, sum nevnt hevur verið áður. Henda kenslan av at vera fremmandur og millum fremmandar - sum Hans Kohn og aðrir við honum nevna Fremdheitserlebnis - er at finna eisini nógv fyrr enn so, eisini hjá før- oyskum ungdómi uttanlendis, tó uttan at fáa tjóðskaparligar avleiðingar. Eitt serligt og óvanliga sjáldsamt slag av diaspora-tjóðskaparrørslu er hin jødiska zi- onisman, sum bant saman gýðingar úr nógv- um heimsins londum í virksemi fyri at vinna aftur tað land, sum einaferð hevði verið teirra, men sum tá - um aldaskiftið - var partur av tí osmanniska (turkiska) ríkinum. Nógvir av oddamonnunum høvdu ikki ta gomlu trúnna, men vóru vantrúnir, og heldur ikki var mentanin heilt hin sama, eftir at gýðingar í tvey túsund ár høvdu verið spjaddir millum fólkasløgini (harav heitið diaspora), og haðan høvdu verið fyri ólíkum mentanarligum árinum. Her hevur helst tann kúgan og tann yvirgangur, sum hesum fólki høvdu verið fyri í nógvar øldir, og sum vóru kyknað upp aftur fyri aldaskiftið, eins og trýst fólk av jødiskum uppruna saman. Zionisman kann sigast at vera tann jødiska úgávan av almennari europeiskari tjóðskap-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.