Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 47
FØROYSKA MÁLNEVNDIN
51
Málstovnurin var umskipaður, so at hann
fekk skrivstovu við telefon og skrivara í
hálvdagsstarvi. Harumframt varð málnevnd
sett at vera málstovninum til hjálpar í ráð-
gevingini. Ætlanin var at hon skuldi hava
fimm limir, men tveir, ið bidnir vórðu, tóku
ikki av, so hon fekk aldri fleiri enn tríggjar.
Teir vóru Jeffrei Henriksen, Hans Thomsen
og eg sjálvur. Skrivari varð Elin Súsanna
Jacobsen. Eisini hevði málstovnurin sam-
band við fleiri stuðulsfólk við serkunnleika
á ymsjum økjum - tey vóru mangan góð í
ávikum. Henda nýggja skipan varð væl mót-
tikin, og talið á spurningum nørdist alsamt.
Nevndin kom saman eina ferð um mánaðin
at taka støðu til avgreiddar spurningar og
viðgera spurningar, ið ivi var um. Annars
hevði skrivarin Føroyamálsdeildina at leita
ráð við í dagliga arbeiðinum. Eisini høvdu
nógv tað fyri - og hava tað enn - at ringja til
Føroyamálsdeildina við spurningum sínum.
Tað er sum vera man ikki lætt hjá fólki at
gera mun ímillum. Allir spurningar og svør
vórðu skrásett vandaliga á kort, serliga
prentað til tað sama. Fyri hvørt uppskot um
nýtt orð var eisini skrivaður seðil til danskt-
føroyskt orðasavn til nýtslu við framtíðar
útgávu av danskari-føroyskari orðabók. -
Eitt tiltak hjá málnevndini hjá málstovn-
inum vóru samrøðufundir við limir úr blað-
mannafelagnum um áleikandi málspurning-
ar. Hetta kom soleiðis í lag, at eg einaferð
ringdi til blaðstjóran á Sosialinum, Jan
Muller, ið tá eisini var formaður fyri blað-
mannafelagnum, at gera vart við onkra mál-
villu í blað hansara. Hann tók blídliga við
ráðum, og síðan datt prátið niður á torføru
málsligu viðurskiftini hjá tíðindafólki, tí
arbeiði teirra var altíð kapprenning við
tíðina, og saknur var í málkønari ráðgeving.
Eg nevndi tá fyri honum tað, ið finskur
málfrøðingur og málrøktarmaður einaferð
hevði sagt mær, at í Finnlandi var gott
samband millum tíðindafólk og málfólk, av
og á vórðu hildnir fundir til at tala um orð
fyri nýggjum fyribrigdum og málspurningar
yvirhøvur. Tað varð so til tað, at málnevndin
kom einaferð um mánaðin á fund við limir í
blaðmannafelagnum. Jóhannes av Skarði,
fyristøðumaður fyri málstovninum, og
skrivarin vóru eisini við á fundi. Hetta eru
fundir, ið eg minnist aftur á við gleði. Prátið
gekk lívliga tvørtur um borðið. Tiknir vórðu
til viðgerðar skeivur málburðir, ið vit høvdu
hoyrt og sæð í seinastuni, og roynt varð at
vísa á aðrar og betri møguleikar. Mær
sjálvum er fyrsti fundurin livandi í minni,
hann var í mars 1984, tí tá vágaði eg mær á
fyrsta sinni at opinbera nýggja orðið telda,
sum royndist lívført. Góðan mun mundi tað
gera, at Jan Muller nevndi tað í grein, hann
skrivaði í blað sítt um henda fyrsta fundin.
Arbeiðið hjá málstovninum var fíggjað
partvíst úr Orðabókagrunninum við teirri
grundgeving, at stovnurin fekk til vegar
orðatilfar til ætlaðar orðalistar og orðabøk-
ur. Eisini varð eitt lítið gjald tikið fyri ráð,
sum givin vórðu - ikki stakorð, men týðingar
og rættlestur og hvørt av sínum.
Tað varð tó hildið vera óhóskandi, at tílík
ráðgeving skuldi ikki vera ókeypis rættur
hjá einum og hvørjum, ein almenn tænasta
sum so mangar aðrar; málið skuldi ikki verið
minni almenn ogn enn so mangt annað. Tí
var dreymurin hjá okkum, at henda ráðgev-
ing skuldi fáa almenna viðurkenning, við at
stovnað var ein rættilig málnevnd sum í hin-
um Norðurlondunum. Fróðskaparfelagið og
Málstovnurin sjálvur gingu á odda fyri at fáa
hetta í lag. Gjørt varð uppskot til reglugerð
fyri slíka málnevnd við fyrimynd í reglu-
gerðum fyri málnevndirnar í hinum norður-