Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 47

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 47
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 51 Málstovnurin var umskipaður, so at hann fekk skrivstovu við telefon og skrivara í hálvdagsstarvi. Harumframt varð málnevnd sett at vera málstovninum til hjálpar í ráð- gevingini. Ætlanin var at hon skuldi hava fimm limir, men tveir, ið bidnir vórðu, tóku ikki av, so hon fekk aldri fleiri enn tríggjar. Teir vóru Jeffrei Henriksen, Hans Thomsen og eg sjálvur. Skrivari varð Elin Súsanna Jacobsen. Eisini hevði málstovnurin sam- band við fleiri stuðulsfólk við serkunnleika á ymsjum økjum - tey vóru mangan góð í ávikum. Henda nýggja skipan varð væl mót- tikin, og talið á spurningum nørdist alsamt. Nevndin kom saman eina ferð um mánaðin at taka støðu til avgreiddar spurningar og viðgera spurningar, ið ivi var um. Annars hevði skrivarin Føroyamálsdeildina at leita ráð við í dagliga arbeiðinum. Eisini høvdu nógv tað fyri - og hava tað enn - at ringja til Føroyamálsdeildina við spurningum sínum. Tað er sum vera man ikki lætt hjá fólki at gera mun ímillum. Allir spurningar og svør vórðu skrásett vandaliga á kort, serliga prentað til tað sama. Fyri hvørt uppskot um nýtt orð var eisini skrivaður seðil til danskt- føroyskt orðasavn til nýtslu við framtíðar útgávu av danskari-føroyskari orðabók. - Eitt tiltak hjá málnevndini hjá málstovn- inum vóru samrøðufundir við limir úr blað- mannafelagnum um áleikandi málspurning- ar. Hetta kom soleiðis í lag, at eg einaferð ringdi til blaðstjóran á Sosialinum, Jan Muller, ið tá eisini var formaður fyri blað- mannafelagnum, at gera vart við onkra mál- villu í blað hansara. Hann tók blídliga við ráðum, og síðan datt prátið niður á torføru málsligu viðurskiftini hjá tíðindafólki, tí arbeiði teirra var altíð kapprenning við tíðina, og saknur var í málkønari ráðgeving. Eg nevndi tá fyri honum tað, ið finskur málfrøðingur og málrøktarmaður einaferð hevði sagt mær, at í Finnlandi var gott samband millum tíðindafólk og málfólk, av og á vórðu hildnir fundir til at tala um orð fyri nýggjum fyribrigdum og málspurningar yvirhøvur. Tað varð so til tað, at málnevndin kom einaferð um mánaðin á fund við limir í blaðmannafelagnum. Jóhannes av Skarði, fyristøðumaður fyri málstovninum, og skrivarin vóru eisini við á fundi. Hetta eru fundir, ið eg minnist aftur á við gleði. Prátið gekk lívliga tvørtur um borðið. Tiknir vórðu til viðgerðar skeivur málburðir, ið vit høvdu hoyrt og sæð í seinastuni, og roynt varð at vísa á aðrar og betri møguleikar. Mær sjálvum er fyrsti fundurin livandi í minni, hann var í mars 1984, tí tá vágaði eg mær á fyrsta sinni at opinbera nýggja orðið telda, sum royndist lívført. Góðan mun mundi tað gera, at Jan Muller nevndi tað í grein, hann skrivaði í blað sítt um henda fyrsta fundin. Arbeiðið hjá málstovninum var fíggjað partvíst úr Orðabókagrunninum við teirri grundgeving, at stovnurin fekk til vegar orðatilfar til ætlaðar orðalistar og orðabøk- ur. Eisini varð eitt lítið gjald tikið fyri ráð, sum givin vórðu - ikki stakorð, men týðingar og rættlestur og hvørt av sínum. Tað varð tó hildið vera óhóskandi, at tílík ráðgeving skuldi ikki vera ókeypis rættur hjá einum og hvørjum, ein almenn tænasta sum so mangar aðrar; málið skuldi ikki verið minni almenn ogn enn so mangt annað. Tí var dreymurin hjá okkum, at henda ráðgev- ing skuldi fáa almenna viðurkenning, við at stovnað var ein rættilig málnevnd sum í hin- um Norðurlondunum. Fróðskaparfelagið og Málstovnurin sjálvur gingu á odda fyri at fáa hetta í lag. Gjørt varð uppskot til reglugerð fyri slíka málnevnd við fyrimynd í reglu- gerðum fyri málnevndirnar í hinum norður-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.