Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 87
HVUSSU EIGUR KIRKJÚMÁLIÐ AT VERA?
91
eingin vandi er fyri í mun til okkara mál. Vit
eru noydd til dagliga at hava við onnur mál
at gera. Tað í sær sjálvum umframt nógv
annað er ágangur á málið. Tað er ilt at skilja,
at fólk, sum dagliga brúka málið, øsa seg
upp um eitt nú nýggj orð, sum koma fram,
annaðhvørt tey eru gjørd ella lænt. Sjálvsagt
eru ikki øll orð líka heppin, men í roynd og
veru er hvørt nýtt orð ein varði í málsøgu
okkara. Enn minni er at skilja, hví hesin
undarligi munurin skal gerast millum eitt nú
eitt danskt orð og eitt íslendsk orð. Grund-
gevingin, at eingin sigur so ella so, heldur
ikki. Sigur eingin hetta ella hatta nú, kann
tað meira enn so henda, at øll fara at siga
tað, tá ið ein tíð er frá liðin. Fyri nøkrum
árum síðan høvdu vit bert orðið helikoptari,
so fingu vit orðið tyrla afturat, sum er vorðið
dagligt órð. Málið gjørdist ríkari av hesum
orði, tí nú hava vit tvey í staðin fyri eitt orð.
ískoyti
Seinni segði Conrad Joensen, at Victor
Danielsen helt, tá ið kríggið var av, at før-
oyskt mál var so nógv broytt krígsárini -
uttan ávirkan úr Danmark - at hann ikki
vildi halda fram við málinum í 1937-týðing-
ini av Nýggja Testamenti. Hann vildi ikki
vera undan broytingini í málinum, men
fylgja við henni.
í bíbliu- og kirkjumáli okkara eru uttan
iva orð í hundraðtali, sum eru vanlig nú,
men sum vóru heilt ókend fyrst í hesi øldini.
í øllum livandi málum koma og fara orð.
Hendir tað ikki í føroyskum, doyr málið.
Keldur
1. Den færøske sprogrejsning med særligt hen-
blik pá kampen om færøsk som kirkesprog i
national og partipolitisk belysning. í Hoy-
dølum 1987. Funnist hevur verið at heitinum
á bókini „Den færøske sprogrejsning" við
teirri grundgeving, at hon ikki viðger alt mál-
stríðið. Men við orðunum „med særligt hen-
blik pá“ er setningurin avmarkaður til
„kampen om færøsk som kirkesprog“, og
„kirkesprog“ merkir sum í dagligari talu:
málið í fólkakirkjuni. Og eg havi hugsað mær
fleiri kanningar av málstríðnum. Mín er bert
ein. Longu frammanundan var komin bókin
hjá Arnfinni Thomassen um skúlamálið.
2. o. cit. s. 16.
3. Evangelium Sankta Matteusar, II. Um týð-
ingina av bókini.
4. Jógvan á Lakjuni: Victor Danielsen. Rit-
gerðin er upprunaliga gjørd sum ársarbeiði á
Læraraskúlanum 1976 og er seinni prentað í
Dagblaðnum.
5. Eg fekk loyvi frá Sverra Dahl at lesa hetta.
Nú er tað í varðveitslu á Føroyamálsdeildini
á Fróðskaparsetrinum.
6. Hesi skjøl eru at finna í próstasavninum í
Biskupsgarðinum í Havn, nú á Landsskjala-
savninum, Keypmannahavnar biskupssavni á
Landsarkivinum í Keypmannahavn og í
savninum hjá kirkjumálaráðnum á Ríkis-
skjalasavninum í Keypmannahavn.
7. Chr. Matras: Nøkur mentafólk, 1973, s. 15.
8. M.A. Jacobsen: J.P. Gregoriussen: Yrkingar,
inngangurin s. VI. Fyrsta kapittul av Hásong-
inum er prentað í Færøsk Anthologi I, 1891,
s. 286. Her standa bæði Hammershaimb og