Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 14
18
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI
XI
Tað er neyvan heldur neyðugt at taka ríkis-
rættarligar ella fólkarættarligar frágreiðing-
ar fram sum grundgevingar. Ið hvussu er
seinast í 12. øld vóru Føroyar norskt skatt-
land. Umleið 1270 tykjast Føroyar - eins og
Island og Grønland - at hava fingið eina
formliga støðu undir Noregs krúnu. Oyggj-
arnar vóru tó ongantíð roknaðar sum ein
norskur landspartur, men - eins og Island -
eitt land, umboðað úteftir av Føroya løg-
tingi við løgmanni sum formanni. Hann var
næstan uttan undantak altíð føroyingur; tað
sama er at siga um løgrættumenninar og
sýslumenninar, fleiri av sorinskrivarunum og
altíð nakrar av prestunum; við handilin vóru
altíð nakrir føroyingar, við hvørt í teimum
hægstu embætunum, og á skansanum í Havn
vóru eini tvey tíðarskeið føroyskir komm-
andantar.
Ovasti umboðsmaður hjá krúnuni var fút-
in; hann var at siga altíð dani, burtursæð frá
einum tíðarskeiði í seinnu helvt av 1700-
árunum og í byrjanini av 1800-árunum. Eins
og í Islandi var soleiðis ein føroysk embæt-
ismannastætt „millum kong og almúgu“. í
veruleikanum vóru tað ikki danir í Keyp-
mannahavn, sum lítið og einki vistu um hetta
landið, sum stýrdu Føroyum - men nevnda
bónda/embætismannastætt.
Viðvíkjandi fatan føroyinga av sær sjálv-
um er vert at leggja til merkis, at teir aldri
søgdu seg vera annað enn føroyingar - t.d.
aldri norðmenn ella danir. Sjálvt í teimum
allarundirbrotligastu skrivum úteftir í eina-
veldistíðini eru teir „folk udi Færø“, meðan
teir í skrivum uttaneftir, frá kongi; eru
„Vore“ ella „kongens undersátter", búsit-
andi í „Norges krones land“ ella „Vort land
Færø“. Hvørki hjá føroyingum sjálvum ella
hjá útlendskum myndugleikum tykist nakar
ivi at hava verið um, at føroyingar vóru eitt
egið fólk.
I 1669 skrivaði hin føroyski presturin í
Danmark, Thomas Tarnovius, um „mit fæ-
derne land ferrøer". I 1663 gav løgmaðurin
Hans Jacobsen Debes av Oyri - sum hevði
lisið løgfrøði á universitetinum og var fysio-
kratur og upplýsingarmaður - út eitt lítið rit
um føroysk búnaðarviðurskifti undir dul-
nevninum „En Patriot“.
Hóast hetta í báðum førum eru tíðarskeið
fyri tjóðskaparrørslutíðina, kom kortini til
sjóndar hjá hesum føroyingum ein týðilig
tilvitan um føroyskan uppruna eisini á
kensluligum grundarlagi.
Eisini uttan fyri Norðurlond var frá tíðini
báðumegin 1600 vitan um landið Føroyar.
Høvuðsverkið til henda kunnleika var bókin
hjá Lucas Debes, sum kom út (á donskum) í
1673, í 1676 á enskum og í týskari umseting
í 1757. í 15. øld fóru Føroyar - í ymsum líki
og sniði - at síggjast á kortum yvir norð-
havsleiðirnar - so hvørt sum siglingin her
vaks.
XII
Av eyðkennum, sum fingu føroyingar at fata
seg sum eitt fólk fyri seg, var málið tað mest
avgerandi. Ut frá keldum er eingin ivi um
tað. Føroyskt skilti seg frá sum eitt av teim-
um norrønu málunum. Henda gongd var
týðulig í 13. og 14. øld. Føroyskt var eisini
skriftmál fram ímóti 1500. Men longu fyri
siðaskiftið tykist tað vera horvið úr hesum
sessi. Uttan at kunna prógva tað hugsi eg
mær, at tað neyvan er rætt at geva siðaskifti-
num skyldina fyri, at føroyskt doyði burtur
sum skriftmál. Tað ber væl til at hugsa, at
orsøkin til, at danskt so lætt gjørdist kirkju-
mál, var, at føroyskt var ikki til sum skriftmál
um siðaskiftistíðina. Nakað soleiðis var eis-