Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 127
FØROYSK KLÆÐIR
131
Vesturin
Lucas Debes sigur einki um vestin. J.Chr.
Svabo skrivar at „der bruges en kort stribet
kalamankesvest". - J. Landt sigur einki um
vestin. C.J. Graba sigur vestin vera úr svørt-
um klæði við reyðum knappholum. H.J.J.
Sørensen sigur, at vesturin er antin úr bláum
ella svørtum klæði.
H.M. Debes skrivar: „Reyður broderaður
vestur er, so vítt eg veit, ikki komin í brúk
fyrr enn seinrapartin av seinastu øld, men
tað sum nógv hevur verið brúkt her í Føroy-
um, í hvussu er í eini tveyhundrað ár, er
svartur silkivestur til stás. Men til dagligt
vóru brúktir vovnir vestar - spølaðir tvørt-
urum og litaðir í ymiskum plantulitum1'. Um
knapparnar sigur hann, at teir antin vóru
heimagjørdir úr tini ella úr glasi, keyptir úr
handlinum.
Andrias Djurhuus er ikki samsintur við H.M.
Debes um tann reyða vestin. I Kvinnutíð-
indum 9. mai 1963 vísir hann á, at í skiftinum
eftir „Sysselmand Zachrias Joensen, Sande-
vaag ár 1754. 12. Marts" finna vit:
1 Rød Vest med sølvknapper 9 fl. 10 sk.
1 Ditto af Vercken 1 fl. 10 sk.
Fornminnissavnið eigur fleiri vestar, ym-
iskar av tilfari og útsjónd, úr fínastu hvítu
bummull - teir hava møguliga verið brúktir
til donsk klæði - eisini randutan í ymiskum
litum, svartar einlittar, svartan broderaðan
við reyðum rósumynstri niðast um (maskin-
broderaðan), svartan broderaðan við smá-
um ljósum bløðum um alt framstykki, hvítan
broderaðan við blómum og bløðum upp
framman, um lummarnar og fremst um
kotakragan. Hesin vestur varð brúktur til
donsk klæðir 1918. Fleiri reyðar vestar, ymist
broderaðar, barnavest frá 1907, broderaður
til kongsvitjanina, og ein reyðan vest, sum
umframt at vera broderaður, hevur revers
og kotakraga eins og teir, eg havi sæð í
Kirkjubø. Hesin vestur er ikki gamal og er
helst broderaður eftir kirkjubøvestinum.
í Føringatíðindum nr. 7 juli 1890 kunnu vit
lesa hesa lýsing: „Baldýraðir skarlaksvestar
til brúdleyps og høgtíðsbúna fáast hjá He-
lenu Padurson. Greiniligari hjá Jens Olsen".
Vesturin í dag er svartur, reyður og í ein-
støkum føri hvítur til brúðgómsvest. Kragin
og framman eru úr klæði, aftan- og innan-
fóðrið av fóðurtoyi, oftast lasting, men eisini