Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 42
46
FØROYSKA MALNEVNDIN
annað, tá ið hvør letur við sínum nevni, og
har er danskt burturúr torskildast av øllum
norðurlandamálum - finni, ið hevur hóming
av svenskum, fær lítið og einki burtur úr tí,
ið danir bera fram. Tá ið so vit føroyingar
tala danskt á okkara hátt, eru øll so fegin, tí
tey skilja hvørt orð. í eini greinargerð um
sínámillum málfatan í Norðurlondum mælti
Málstova Norðurlanda dønum til at royna at
leggja framburð sín nærri at honum, sum vit
føroyingar nýta, tá ið teir taka orðið á norð-
urlendskum fundum. Hetta var so mikil við-
urkenning av okkara gamla hátti at læra
danskt, at eg helt, at tað var ikki vert at lata
ganga tigandi av, serliga tí hesin háttur hevur
havt so nógv ímóti sær nú skjótt í eitt
mannaminni í Føroya skúla. Á norðurlanda-
málfundi í Løgumkloster í Suðurjútlandi
1985 vísti eg á, hvussu hetta frálíka amboð
okkara í norðurlendskum samskifti so líð-
andi varð fyribeint og málsligi sjónarringur
okkara harvið trongdur, so at vit hvørki fóru
at kunna hava so lætt við at gera okkum
skildar fyri øðrum norðurlendingum enn
dønum og ei heldur duga so væl sum fyrr at
skilja teirra mál. Sama mundi galda fyri ís-
lendingar. Hetta vakti ikki so lítlan ans, og
úrslitið var, at í heyst skipaði Málstova
Norðurlanda fyri lítlari ráðstevnu um undir-
vísing í donskum í Føroyum, Islandi og
Grønlandi. Eisini varð skoytt uppí undirvís-
ing í norskum og svenskum í Islandi. Ráð-
stevnan varð hildin í Reykjavík í august-
mánaði í ár, (fáar dagar undan norðurlenska
málfundinum, sum í ár við hildin á Akuroyri
í Islandi). Jeffrei Henriksen, næstformaður í
málnevnd okkara, greiddi væl og virðiliga
frá sjónarmiðum okkara um undirvísing í
donskum.
Nú havi eg helst verið nakað víðgongdur,
men havi tó um síðir fingið fótin fastan í
Føroyum. Næst fari eg at royna at greiða frá
Føroysku málnevndini og luti hennara og
ætlan í føroyskari málrøkt.
II
„Føroyska málnevndin er málrøktar- og
málverndarstovnur“ ljóðar 1. grein í reglu-
gerð fyri Føroysku málnevndina, ið lýst var
7. januar 1985, undirskrivað av Torbjørn
Poulsen, landsstýrismanni, ið tá sat fyri
mentanmálum. Henda 1. grein var ikki við í
fyrsta uppskotinum til reglugerðina, men
landsstýrið hevur sett hana av sínum ein-
tingum, og er tað hugaligt, at landsins stýri
soleiðis hevur váttað sum sannføring sína og
vilja, at føroyskt mál er tjóðarvirði, sum vit
eiga at røkja og verja. Eyðvitað hevur hesin
vilji áður verið sýndur á ymsan hátt av hin-
um almenna; vit kunnu nevna tað, ið játtað
verður á hvørjum ári til skúlan, har sum
móðurmálið eigur fremsta sess, vónandi, og
tann stuðul, ið verður veittur skúlabókaút-
gávu og aðrari bókaútgávu á móðurmál-
inum, tað, ið veitt verður til gransking og
innsavning av málsligum heimildartilfari og
mangt annað. Men mær vitandi er tað fyrstu
ferð, at hinar almennu Føroyar taka bein-
leiðis til orða um málrøkt og málvernd. Tað
er so ein ásannan frá hægsta stað, um at
málið hevur tørv á røkt og vernd, t.e. málið
eigur ikki, sum summi enn helst vilja, bert at
sleppa at liva sítt egið lív eins og ein villur
vøkstur uttan at eitthvørt viljað og miðvíst
verður gjørt til at varða og bøta um tað. I
sama viðfangi verður ásannað, at málið er
statt í vanda; annars var einki skil í at taka til
verndaratgerðir. Landsstýrið hevur so sýnt
henda málrøktar- og málverndarvilja sín í
verki við at gera eftir áheitan Fróðskapar-
felagsins um at stovna føroyska málnevnd -
frammanundan tí hevði Fróðskaparfelagið