Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 126

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 126
130 FØROYSK KLÆÐIR allarminst nú, tó hendir av og á, at kota- vaðmal fæst til keyps. í juni 1890 stóð henda lýsing í Føringa- tíðindum: „Almikið kotavaðmal kann seljast í Havn til góðan prís, um tað er væl úr hond- um komið. Óvanda vaðmal vil eingin keypa. Vaðmal til vakstramannakot eigur at vera 5 alin langt og 1 alin breitt“. í juli 1892 er aftur eitt hjartasuff um kota- vaðmal: „Kotavaðmal er nú ikki at fáa í Havn, hvørki fyri góð orð ella peningar. Tað vadmal, sum hevur verið í krambúðunum herfyri, hevur illa verið athyggjandi, bæði av óvanda ull og illa tøvt.“ Knappatroy ggj an Lucas Debes sigur einki um troyggjuna. J.Chr. Svabo skrivar um stuttan svartan vaðmalsvest, ið verður brúktur uttan á rand- utum kalamankesvesti. Hann sigur tó einki um knappar. J. Landt harafturímóti gevur greiða frásøgn um troyggjuna: „Til daglig Brug haves nu i de senere tider næsten al- mindelig en ulden Trøje, som er bunden eller knyttet af flere Kulører, men den opskjæres foran og bruges snart med, snart uden Overslag, men dens Kanter og Knaphuller belægges med røde uldne Bánd, og dens Knapper er af Been eller støbte af Tin“. C.J. Graba skrivar einki um knappatroyggj- una. H.J.J. Sørensen sigur troyggjuna vera myrkabláa og bundna. H.M. Debes skrivar: „Tað mest vanliga nú á døgum er antin myrkablá einlitt ella myrka- blá og ljósablá troyggja, men í seinastu øld og longri aftur í tíðina var vanligt við reyðum og bláum troyggjum“. H.M. Debes sigur brúðgómstroyggjuna hjá langabba William Heinesen vera reyða og bláa við tí stóra stríputa mynstrinum, sum stendur í bindi- bókini. Elsa Bærentsen gevur í Varðanum greiða og góða frágreiðing um einlitta knappatroyggju eftir frásøgn frá Binu á Hellu í Kvívík. Fornminnissavnið eigur fleiri knappa- troyggjur uml. 150 ára gamlar. Eina myrka- morreyða kotalíknandi, við 12 tinknappum hvørjumegin, við myrkabláum knappholum, kantaðum við myrkabláum bregdaðum bandi. Eina heilt myrkabláa, ið gongur yvir í tað svarta, við 14 knappholum og 13 mess- ingarknappum hvørjumegin. Troyggjan hevur repskant framman og um kragan. Eitt skreyteintak. Eina aðra heilt myrkamor- reyða yvir í tað svarta við 11 knappum og knappholum hvø-;umegin, eitrandi fínt spunnan og bundna. Knappatroyggjan nú á døgum er myrka- blá einlitt, aloftast úr føroyskum tógvi, tøvd og litað ella mynsturbundin myrkablá og ljósari blá, ofta úr útlendskum tilfari. Tann blái liturin er vorðin í so fagur í mun til tann vakra indigobláa. Mynstrini, ið brúkt verða, finna vit í „Føroyskum bindingarmynstr- um“. Mynstur nr. 1 undir „mannstroyggju- mynstrum" verður ofta kallað kirkjubø- mynstrið eftir troyggjuni hjá Jóannesi bónda. Troyggjan hevur 12 knapphol og 12 silvur- knappar hvørjumegin, verður heft í ovastu knappholum hvørjumegin við stimaknapp- um úr silvuri. í einstøkum føri havi eg sæð troyggju við eyka silvurstima niðast um. Knappholini verða seymað við reyðum ella tí myrka botnlitinum í troyggjuni, eins og kantað verður við bregdaðum bandi upp framman og um kragan.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.