Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 43
FØROYSKA MÁLNEVNDIN
47
við Málstovni sínum sjálvboðið tikið sær av
málrøktartænastu, sum í hinum Norður-
londum liggur til alment viðurkendar mál-
nevndir.
í fyrra fyrilestri mínum greiddi eg frá mál-
nevndunum í Norðurlondum og virki teirra,
ikki síðst við tí í huga at gera áhoyrarum
mínum greitt, at hetta at hava eina málnevnd
til at røkja og verja málið og at geva ráð og
leiðbeiningar um rætt mál, er ikki íkomið
her á landi sum avleiðing av tjóðskaparligum
vanmáttarkenslum og sjúkligari sjálvsdyrk-
an. Stórlondini her fyri norðan eins og tey
smáu hava leingi hildið tað verið neyðugt at
hava málnevndir, og sannleikin er tann, at
okkara málnevnd er hin yngsta av teimum
øllum. Ja, tað er undarligt, at tflík nevnd er
ikki komin fyri mongum árum síðan, tí hvat
mál skuldi havt meiri tørv á røkt og vernd
enn júst okkara mál, sum hevur ikki verið
minni fyri happinum enn onnur mál her um
vegir, við ongum skriftmáli og hart kroyst av
fremmandum máli, sum sat í øllum virðing-
arsessum í landinum. Tey merki og tey sár,
sum tað ber av hesum ójavna stríði fyri til-
veruni, hevur tað frá fyrsta degi verið takið
hjá føroyskari málrøkt at royna at grøða.
Nógv er batnað, tað sigst ikki annað, men tá
ið tað er sagt, so haldi eg, at vit vóru óloyvi-
liga góðvarin og bjarskygd, um vit hildu alt
standa væl til og ongan vanda vera longur.
Tey, sum eygu hava at síggja við og oyru at
hoyra við, vita, hvussu ið statt er. Jeffrei
Henriksen hevur skrivað hugvekjandi grein
við heitinum „Tættir, ið hava framt og darv-
að føroysku málmenningina“. Hon varð
prentað í Skúlablaðnum og seinni endur-
prentað í 14. september. Har tekur hann m.a.
soleiðis til: „Við nýtíðar uppalingarsjónar-
miðum er eitt leiti afturat farið at gera meir
og meir um seg í málspurninginum, hetta, at
vit umframt at skula røkja málið sum amboð
eisini skulu kunna nýta tað sum amboð. Hesi
sjónarmið hava sjálvandi verið uppi alla
tíðina, men valla sum mótsetningar, og fyri
mær at síggja ber væl til at sameina bæði
áhugamálini; men tað er týðuligt, at hetta
seinna, málnýtslan, í hugamynd hjá
summum er sett so langt framum, at tey mest
sum miðvíst hava skúgvað málrøktina til
viks.“ Hetta vóru orð Jeffreis. Vit kenna
hetta væl: Køn fólk á ymsjum økjum koma
fram fyri fólkið at greiða frá vitan síni, men
málbúnin sum henda vitan verður latin í, er
mangan so kloddaligur, at tað er nóg illa, at
tráður lívir trevli. Einaferð tóktist tað
skomm at fara illa við málinum, men spurn-
ingurin er, um tflíkir vita, at tað ikki er før-
oyskt mál, sum teir lata av munni.
So er vanligt at taka til ta frágreiðing, at
skúlin hevur svikið. Men ivasamt er, um
skúlin megnar at byggja borð fyri báru, tá ið
samfelagið annars tykist hava slept end-
anum. Málið er gitt amboð til at bera boð
millum manna. Tað varð fyrst og fremst lært
munnliga í samskifti millum fólk í øllum
aldri. Tey yngru lærdu av teimum, ið eldri
vóru. Men hvussu er tað umhvørvi, sum
málið eigur at trívast í og handast niður til
nýggja ættarliðið, sum veksur upp? Abbin
og omman eru á ellisheimi, børnini í barna-
garði og foreldrini úti í arbeiði, sum børnini
einki vita um og er teimum fremmant og
lítið viðkomandi. Tann málmenning, sum
barnið fekk í samspæli við tey bæði eldru
ættarliðini fær ikki longur verið so, sum
samfelagslagið er broytt. So verður annað at
koma í staðin. Tilvitað og miðvís málupp-
aling í barnagørðum og skúla og málsliga
dygdargott evni til børn í útvarpi og sjón-
varpi. Hesir fjølmiðlar mega, sum mynstrið
nú er vorðið, verða tiknir nógv meira í nýtslu