Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 43

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 43
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 47 við Málstovni sínum sjálvboðið tikið sær av málrøktartænastu, sum í hinum Norður- londum liggur til alment viðurkendar mál- nevndir. í fyrra fyrilestri mínum greiddi eg frá mál- nevndunum í Norðurlondum og virki teirra, ikki síðst við tí í huga at gera áhoyrarum mínum greitt, at hetta at hava eina málnevnd til at røkja og verja málið og at geva ráð og leiðbeiningar um rætt mál, er ikki íkomið her á landi sum avleiðing av tjóðskaparligum vanmáttarkenslum og sjúkligari sjálvsdyrk- an. Stórlondini her fyri norðan eins og tey smáu hava leingi hildið tað verið neyðugt at hava málnevndir, og sannleikin er tann, at okkara málnevnd er hin yngsta av teimum øllum. Ja, tað er undarligt, at tflík nevnd er ikki komin fyri mongum árum síðan, tí hvat mál skuldi havt meiri tørv á røkt og vernd enn júst okkara mál, sum hevur ikki verið minni fyri happinum enn onnur mál her um vegir, við ongum skriftmáli og hart kroyst av fremmandum máli, sum sat í øllum virðing- arsessum í landinum. Tey merki og tey sár, sum tað ber av hesum ójavna stríði fyri til- veruni, hevur tað frá fyrsta degi verið takið hjá føroyskari málrøkt at royna at grøða. Nógv er batnað, tað sigst ikki annað, men tá ið tað er sagt, so haldi eg, at vit vóru óloyvi- liga góðvarin og bjarskygd, um vit hildu alt standa væl til og ongan vanda vera longur. Tey, sum eygu hava at síggja við og oyru at hoyra við, vita, hvussu ið statt er. Jeffrei Henriksen hevur skrivað hugvekjandi grein við heitinum „Tættir, ið hava framt og darv- að føroysku málmenningina“. Hon varð prentað í Skúlablaðnum og seinni endur- prentað í 14. september. Har tekur hann m.a. soleiðis til: „Við nýtíðar uppalingarsjónar- miðum er eitt leiti afturat farið at gera meir og meir um seg í málspurninginum, hetta, at vit umframt at skula røkja málið sum amboð eisini skulu kunna nýta tað sum amboð. Hesi sjónarmið hava sjálvandi verið uppi alla tíðina, men valla sum mótsetningar, og fyri mær at síggja ber væl til at sameina bæði áhugamálini; men tað er týðuligt, at hetta seinna, málnýtslan, í hugamynd hjá summum er sett so langt framum, at tey mest sum miðvíst hava skúgvað málrøktina til viks.“ Hetta vóru orð Jeffreis. Vit kenna hetta væl: Køn fólk á ymsjum økjum koma fram fyri fólkið at greiða frá vitan síni, men málbúnin sum henda vitan verður latin í, er mangan so kloddaligur, at tað er nóg illa, at tráður lívir trevli. Einaferð tóktist tað skomm at fara illa við málinum, men spurn- ingurin er, um tflíkir vita, at tað ikki er før- oyskt mál, sum teir lata av munni. So er vanligt at taka til ta frágreiðing, at skúlin hevur svikið. Men ivasamt er, um skúlin megnar at byggja borð fyri báru, tá ið samfelagið annars tykist hava slept end- anum. Málið er gitt amboð til at bera boð millum manna. Tað varð fyrst og fremst lært munnliga í samskifti millum fólk í øllum aldri. Tey yngru lærdu av teimum, ið eldri vóru. Men hvussu er tað umhvørvi, sum málið eigur at trívast í og handast niður til nýggja ættarliðið, sum veksur upp? Abbin og omman eru á ellisheimi, børnini í barna- garði og foreldrini úti í arbeiði, sum børnini einki vita um og er teimum fremmant og lítið viðkomandi. Tann málmenning, sum barnið fekk í samspæli við tey bæði eldru ættarliðini fær ikki longur verið so, sum samfelagslagið er broytt. So verður annað at koma í staðin. Tilvitað og miðvís málupp- aling í barnagørðum og skúla og málsliga dygdargott evni til børn í útvarpi og sjón- varpi. Hesir fjølmiðlar mega, sum mynstrið nú er vorðið, verða tiknir nógv meira í nýtslu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.