Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 141
TÆR ELSTU MYNDIRNAR AV FØROYSKUM PLANTUM
145
men ætlað til útláns til áhugað. í teimum
elstu bindunum á Landsbókasavninum
stendur tí, at bókin er send til „en Person af
geistlig Stand paa Færøerne“. Argangirnir
1761, 1763, 1764, 1765, 1768, 1771, 1775 og
1777 eru í tveimum eintøkum. Argangirnir
1836-1883 vanta, hví vita vit ikki. Bøkurnar
á Landsbókasavninum eru ikki í litum.
Ein føroysk planta var við fyrstu ferð í
1771. Síðan komu nógvar føroyskar plantu-
myndir, men her skulu vit bert umrøða seks
tær fyrstu.
Meira skal ikki á hesum sinni sigast um
Flora Danica uttan tað, at danir í 1790 fóru
undir at gera eitt postalínssett, ið var prýtt
við myndum úr Flora Danica. Tað verður
framvegis gjørt á Den kongelige Porcelæns-
fabrik.
Eg skal veita Tyge Christensen doktara,
Institut for sporeplanter, Keypmannahavnar
universitet, hjartans tøkk fyri upplýsingar
um tara og hjálp við tí latínska tekstinum.
Somuleiðis takki eg starvsfólkunum á
Landsbókasavninum fyri hjálp. Eg havi
fingið hentar upplýsingar frá Jóannesi Ras-
mussen, jarðfrøðingi, og Peter Wagner, Bo-
tanisk Centralbibliotek, Keypmannahavn.
Ritgerðir
Buchheim, Gunther, 1979: A bibliographical
account of Icones plantarum nascentium in
regnis Daniae et Norwegiae, better known as
Flora danica. - Huntia 3 (3), Pittsburgh.
Christensen, Carl, 1924-26: Den danske Botaniks
Historie med tilhørende Bibliografi I-II.
København.
Jóhansen, Jóhannes, 1985: Plantufrøðiligar bók-
mentir Føroyum viðvíkjandi frá elstu tíðum
til 1980. - Fróðskaparrit 32. Tórshavn.
Matras, Chr., 1973: Nøkur mentafólk. Tórshavn.
Summary
The 6 colour plates shown in this paper are
the oldest pictures of Faroese plants which
have been published, as far as we know.
They were printed in the Danish work Flora
Danica. Comments on the 6 plants as well as
a survey of Flora Danica (1761-1883) are
given. The plants are: Scilla verna from 1771,
Anagallis tenella from 1794, Cardaminopsis
petraea from 1810, Cakile maritima, Des-
marestia ligulata, and Plocamium cartilagi-
neum, all from 1818.
Jóhannes Jóhansen
Føroya Náttúrugripasavn
V.U. Hammerhaimbs gøtu 13
FR-100 Tórshavn