Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 80
84
HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA?
araskúlanum, hann var fegin um næming sín
og næmingurin um lærara sín. Ongantíð, tað
eg veit, var stríð millum Dahl og Victor
Danielsen. Tá ið Victor Danielsen skrivaði
hetta, var Dahl deyður. Alt hetta kann hava
gjørt, at Victor - í virðing fyri sínum gamla
lærara - ikki hevur lagt í at sagt meira, enn
hann gjørdi. Men mær tykir, at lítil ivi man
vera um, at tað er týðingina hjá Jákupi Dahl,
hann hevur í huganum. Dahl var longu um
at vera liðugur at týða NT, tá ið Victor
Danielsen fór undir at týða. Og tá ið Victor
Danielsen fór undir at týða NT, nú ein týðing
longu var til, má hann hava hildið, at neyð-
ugt var við eini nýggjari. Og grundin hertil
kann illa vera onnur enn tann, at hann hevur
mett málbúnan hjá Dahl at hava verið ov
tungan. Orðalagið, at hann týddi, fyri at NT
skuldi vera til uppbyggingar, kann í hesum
viðfangi ikki merkja annað, enn at fólk yvir-
høvur skuldu skilja hana málsliga. „Nógv
fyrr“ merkir tí: at fólk flest, eftir Victors
hugsan, nógv fyrr vildu lesa tað málið, hann
týddi til, enn málið í týðingini hjá Dahl. Um
Victor Danielsen so hevur rætt í hesum, er
ein annar spurningur, sum vit ikki skulu við-
gera í hesum viðfangi, tí her er høvuðssakin,
hvør uppfatan liggur aftan fyri málbúnan
hjá Victori í 1937.
Mær tykir ikki, at tað, sum Victor skrivar
í 1952, er ein eftirrationalisering, t.e. ein
roynd at fjala, hví hann umsetti, sum hann
gjørdi. í 1937. Men soleiðis sum hann skrivar
í 1952, hevur hann veruliga hugsað, tá ið
hann fór í holt við týðingina. Tá ið NT skuldi
koma út aftur, gav Victor tí ein heilt nýggjan
málbúna, við øðrum orðum, tá hevði hann
slept sínum gamla týðingarprinsippi, men
kávar ikki útyvir, at hann hevði aðra hugsan
um málið í bíbliutýðing í 1937, enn tá ið
hann gjørdi 1949-týðingina.
Harímóti er tað neyvan rætt, tá ið Petur
Háberg vil vera við, at 1937-týðingin skuldi
vera „fólksins millumstig til eitt treyst og
ramligt føroyskt bíbliumál“. Hetta er ov
upplagt ein umbering fyri, at Victor gav týð-
ingini tann málbúna, sum hann gjørdi. Hjá
Victori sjálvum finst einki, sum mær er
kunnugt, ið bendir á, at Victor hevur havt
nakra ætlan um fyrst at gera eina týðing í
einum málbúna fyri seinni at geva týðingini
ein nýggjan búna.
Samanumtikið kann tí sigast, at Victor
Danielsen helt, at týðingin hjá Jákupi Dahl
var ov tung, tí gjørdi hann eina lættari. Sum
frá leið var hann ikki nøgdur við málið í síni
egnu týðing og broytti tað tí radikalt - yvir
móti málinum hjá Dahl. Tað er tað, hann
sjálvur sigur í 1952. Málsliga er munurin
millum týðingarnar nú ikki serliga stórur, tó
at orðavalið í støðum er nakað ymist. Ein
samanbering við upprunatekstin avdúkar
skjótt, at Dahl hevur umsett eftir grikska
tekstinum, meðan tað stundum kann síggj-
ast, hvørjufn europeiskum týðingum Victor
Danielsen umsetir eftir.
Við síni hugsjón at gera eina „lætta“ týð-
ing hevur Victor Danielsen gjørt tað, sum er
gjørt fleiri ferðir tríati ár seinni, frá 1960-
árunum, við t.d. The New English Bible og
tí amerikonsku Good News for Modern
Man, og seinni í øllum norðurlondum. Spell
var, at Victor Danielsen slepti hesum tanka-
num og nærkaði sína týðing so nær Dahls, at
lítil grund er til at hava tvær týðingar.
Eg havi gjørt so nógv burtur úr týðingini
hjá Victori, tí at hann er tann einasti, sum
hevur gjørt eina roynd at týða, sum hann
gjørdi. At hann so slepti ætlanini, er ein
onnur søga. Og tí at hann hevði eina posi-
tiva ætlan við sínum týðingarhátti: at týðing-
in skuldi vera til uppbyggingar, ið er sama