Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 80
84 HVUSSU EIGUR KIRKJUMALIÐ AT VERA? araskúlanum, hann var fegin um næming sín og næmingurin um lærara sín. Ongantíð, tað eg veit, var stríð millum Dahl og Victor Danielsen. Tá ið Victor Danielsen skrivaði hetta, var Dahl deyður. Alt hetta kann hava gjørt, at Victor - í virðing fyri sínum gamla lærara - ikki hevur lagt í at sagt meira, enn hann gjørdi. Men mær tykir, at lítil ivi man vera um, at tað er týðingina hjá Jákupi Dahl, hann hevur í huganum. Dahl var longu um at vera liðugur at týða NT, tá ið Victor Danielsen fór undir at týða. Og tá ið Victor Danielsen fór undir at týða NT, nú ein týðing longu var til, má hann hava hildið, at neyð- ugt var við eini nýggjari. Og grundin hertil kann illa vera onnur enn tann, at hann hevur mett málbúnan hjá Dahl at hava verið ov tungan. Orðalagið, at hann týddi, fyri at NT skuldi vera til uppbyggingar, kann í hesum viðfangi ikki merkja annað, enn at fólk yvir- høvur skuldu skilja hana málsliga. „Nógv fyrr“ merkir tí: at fólk flest, eftir Victors hugsan, nógv fyrr vildu lesa tað málið, hann týddi til, enn málið í týðingini hjá Dahl. Um Victor Danielsen so hevur rætt í hesum, er ein annar spurningur, sum vit ikki skulu við- gera í hesum viðfangi, tí her er høvuðssakin, hvør uppfatan liggur aftan fyri málbúnan hjá Victori í 1937. Mær tykir ikki, at tað, sum Victor skrivar í 1952, er ein eftirrationalisering, t.e. ein roynd at fjala, hví hann umsetti, sum hann gjørdi. í 1937. Men soleiðis sum hann skrivar í 1952, hevur hann veruliga hugsað, tá ið hann fór í holt við týðingina. Tá ið NT skuldi koma út aftur, gav Victor tí ein heilt nýggjan málbúna, við øðrum orðum, tá hevði hann slept sínum gamla týðingarprinsippi, men kávar ikki útyvir, at hann hevði aðra hugsan um málið í bíbliutýðing í 1937, enn tá ið hann gjørdi 1949-týðingina. Harímóti er tað neyvan rætt, tá ið Petur Háberg vil vera við, at 1937-týðingin skuldi vera „fólksins millumstig til eitt treyst og ramligt føroyskt bíbliumál“. Hetta er ov upplagt ein umbering fyri, at Victor gav týð- ingini tann málbúna, sum hann gjørdi. Hjá Victori sjálvum finst einki, sum mær er kunnugt, ið bendir á, at Victor hevur havt nakra ætlan um fyrst at gera eina týðing í einum málbúna fyri seinni at geva týðingini ein nýggjan búna. Samanumtikið kann tí sigast, at Victor Danielsen helt, at týðingin hjá Jákupi Dahl var ov tung, tí gjørdi hann eina lættari. Sum frá leið var hann ikki nøgdur við málið í síni egnu týðing og broytti tað tí radikalt - yvir móti málinum hjá Dahl. Tað er tað, hann sjálvur sigur í 1952. Málsliga er munurin millum týðingarnar nú ikki serliga stórur, tó at orðavalið í støðum er nakað ymist. Ein samanbering við upprunatekstin avdúkar skjótt, at Dahl hevur umsett eftir grikska tekstinum, meðan tað stundum kann síggj- ast, hvørjufn europeiskum týðingum Victor Danielsen umsetir eftir. Við síni hugsjón at gera eina „lætta“ týð- ing hevur Victor Danielsen gjørt tað, sum er gjørt fleiri ferðir tríati ár seinni, frá 1960- árunum, við t.d. The New English Bible og tí amerikonsku Good News for Modern Man, og seinni í øllum norðurlondum. Spell var, at Victor Danielsen slepti hesum tanka- num og nærkaði sína týðing so nær Dahls, at lítil grund er til at hava tvær týðingar. Eg havi gjørt so nógv burtur úr týðingini hjá Victori, tí at hann er tann einasti, sum hevur gjørt eina roynd at týða, sum hann gjørdi. At hann so slepti ætlanini, er ein onnur søga. Og tí at hann hevði eina posi- tiva ætlan við sínum týðingarhátti: at týðing- in skuldi vera til uppbyggingar, ið er sama
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.