Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 91
EITT ÍKAST TIL EINA FJØLBROYTTARI MYND
95
siga frá gongdini í teimum pørtunum, sum
tað hevur eydnast mær at fáa saman. Per-
sónarnir í leikinum eru hesir, og skyldskap-
urin teirra millum er nevndur í handritinum:
Ása
Tróndur
húsfrúgv
húsbóndi
Magga
Guðrun
Sjúrður
Sunneva
Ólavur
Jógvan
Haraldur
Mannagongdin í arbeiðinum hevur verið
fyrst at seta tað saman, har hesir fýra per-
sónar tala saman og geva hvør øðrum leið-
orð. Torført hevur verið at seta slíkt inn, har
bert ein teirra hevur verið við.8 Leikurin
tykist at hava verið sera umfatandi við nógv-
um leikarum, fleiri gongdum og flytan aftur
og fram, út og inn av pallinum.
I handritspettunum, sum til eru, eru sam-
røðurnar, har Magga er uppií, tær áhuga-
verdastu.
1. akt
Kvøldseta er.
Teir báðir Tróndur, veðurfastur mykines-
maður, og Sjúrður, sonur í húsinum, gera
fiskiamboð til. Teir leggja teymar og práta,
men einki av hesum orðaskifti er við í hand-
ritinum. Onnur tøta.
Einaferð sigur húsbóndin okkurt um tøt-
ingina. Tað er leiðorð til húsfrúnna, sum
reisir seg upp og biður Ásu, sum er systir
Trónd og eisini veðurføst, fara við eini gentu
inn í stovuna, so „hon icce vælter már alt
nior har inne. Hon er ajt got badn men naka
oraqerli".9 Ása tykist ikki vera í góðum lag,
tí matmóðirin fer at ugga hana og biður hana
vera glaða og minnast til, hvussu stuttligt
tað var, tá ið hon og hennara húski vóru og
vitjaðu tey í Mykinesi. Vinskapur er millum
húsini, og matmóðirin er gumma Ásu, skilst
seinni.
Síðani koma fleiri viðmerkingar og leið-
orð til leiklutir, sum ikki eru til taks, til
Guðrun fer at rudda og húsfrúgvin fer at
bjóða okkurt, helst berjasaft ella berjavín.
Hetta dámar Tróndi sera væl, betur „enn
hesir drykkirnir, sum ger fólk ør í høvdin-
um“. Eins og „Gunnar Havreki“ nemur
hesin sjónleikurin soleiðis við rúsdrekka-
spurningin.
Tosið snýr seg nú eina løtu um at henta
ber. Magga minnist ein góðan summardag,
tá ið tær hentaðu ber, og so vendir hon sær
til Guðruna og sigur „Minnist tú icce Gurin,
tá ið Sigmundir cá skúlalærar[nun] o tú
funno tan stóra berlingin tá mundi dáma
tikkun“. Guðruni dámar einki at verða mint
á hetta „Altíð kemir tú handa vegin - Ikki
hæve eg lagt mær tað i minnið“. Guðrun vil
ikki verða argað, og mamman brýtur av og
biður tey koma „uttar y stovena o fáa
okkon“.
Nú kemur eitt petti, sum ikki fæst saman,
tí at ein replikk ella eitt leiðorð hjá Tróndi
er ófullfíggjað, men síðani kemur eitt eyð-
kent orðaskifti:
Magga: Er tú so bainasamur kom tú heldur
o jolp okkum á fremja ta sak sum nú
liggir hvørjum góvun førinqo negv á
sinno um e ta tore nevna táje tá icce er
sior her til lands ad kvinninar máa tore
vi uppe ý tý sum angengur landis væl
men máa tær icce tá er ta sikkirt tær
systkin, veðurføst,
eru úr Mykinesi
børn í húsinum
helst arbeiðskona