Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 6

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 6
10 TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI ímóti tí, nevndur nation (tjóð), men ein bólkur, sum ikki hevur megnað hetta, nevn- ist nationalitet (tjóðskapur). Eftir hesum eru føroyingar ikki natión, men nationalitet. A enskum máli verður orðið nation bæði nýtt um ríki og tjóð, men sjáldan um ósjálvstøð- ugar tjóðir. í t.d. ST-sáttmálanum merkir nation eitt ríki og er sostatt eitt stjórnarligt hugtak eftir fólkarættinum. Um tjóð ella fólk verða nýtt orðini population ella people. Soleiðis er í fólkarættinum yvirhøvur. Ein ósjálvstøðugur fólkabólkur nevnist ofta í ástøðiligum og politiskum bókment- um ein etniskur bólkur (av gr. ethnos: fólk), um mentan og uppruni annars eru felags. Heldur ikki verður orðið minniluti altíð nýtt á sama hátt. Talast kann um fastbúgvandi ella „gróðursettar“ minnilutar á gamlari grund (sonevndir territoriellir minoritetir); men vísast kann eisini á innfluttar minni- lutar. í vísindabókmentum verða hesi bæði sløg av minnilutum eisini nevndir endogenir og exogenir minnilutar. Og tað verður altíð ein spurningur, í hvørjum samanhangi ein etniskur bólkur, eitt fólk, ein tjóð, ein natión ella nationalitet er ein minniluti. Føroyingar hava t.d. altíð verið ein ovurstórur meiriluti í Føroyum, hóast teir hava verið og eru ein politiskur minniluti í Danmarkar ríki. Her tróta ikki dømi aðrar staðir heldur. III Tað vanligasta hjá okkum menniskjum er at føðast inn í ein bólk, sum hevur ein ment- anararv, sum vit síðan kenna sum okkara mentan. Hetta er tó ikki altíð nóg mikið til tess at kunna kenna okkum sum eina tjóð. Týski-amerikanski søgugranskarin Hans Kohn, sum verður roknaður sum ein hin kønasti innan tjóðskapargranskingina (ið hvussu er av teim eldru), ger í verki sínum „The Idea of Nationalism“ (1944) mun á tveimum ólíkum kensluligum fyribrigdum, sum bæði í innihaldi og eginleika eru ólík. Onnur ásannanin, bindingin („identifika- tiónin“) er lokalpatriotisman, sum er landa- frøðiliga staðbundin og ítøkilig. Vit eru partar av bygdarfólkinum, sum vit kenna; teir stóru steinarnir, áin, fjøllini, fjøran, t.d., eru partar av tilveru okkara og okkum sjálv- um. Eitt seinni stig í identifikatiónini er nationalisman, tjóðskaparkenslan, sum er óítøkilig. Hon er ein andlig - kenslulig - samanrenning út um tað ítøkiliga, út um tað landafrøðiliga heimaumhvørvi, sum vit altíð hava verið partur av. Tá eru vit eisini partur av einum menniskjahópi, sum vit ikki kenna persónliga, og sum býr á leiðum, sum vit ikki sjálv kenna, men sum vit vita liva, hugsa, kenna og bera seg at nøkulunda sum vit sjálv, og sum eru fremmand teimum somu, sum vit eru fremmand. Av tí samanbindandi mentanargrundar- lagnum vigar ofta málið mest. Tó eru tjóðir til, sum ikki tala sama mál, men kortini kenna seg sum tjóðir. Hjá summum bindur upprunin saman; men kortini eru nógvar tjóðir, ið ikki hava sama uppruna - uttan at tað skilir sundur. Trúgvin kann vera tann sama, ella hon kann vera ymisk - og dømi eru um, at hetta ongan mun ger í felags- kensluni, og onnur dømi eru um spjaðing og syndring. Hetta sigur okkum, at illa ber til at vísa á ein einstakan kensluligan samanbindandi tátt. Eisini hóast politiska ósemju kann semja vera um tjóðskapin sum slíkan. Teir norðmenn, sum í 1905 vóru ímóti at skiljast frá Svøríki, kendu seg ikki sum sviar fyri tað, men sum norðmenn; sama kann sigast um teir fáu íslendingar, sum í 1944 hveptu seg við at skiljast frá Danmark.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.