Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 55
MÁLSLIGA SAMSVARIÐ í FÆRØSKE FOLKESAGN OG ÆVENTYR
59
Sama er við umsagnarliði til ávirki:
Tá ið risin hevur fingið tunnuna upp á
bakið, hevur Lokki sína tunnu omaná risans
og seg sjálvan ovastan 259
Hjáorð:
Kongur situr til borðs næst brúðfólkunun
300
Konginun líktist so væl á hann firi vit
hansara, at hann setti hann næst sær sjálvun
379
Hetta visti Jósup og tók tí at ganga øvugt
ettir rókini frá Kvíingarskarði til Oyrar 137
Sagnorð eftir „fáa“ samsvarar ofta sum
umsagnarliður til ávirki:
... vildi tað ikki bera til at fáa hesa grindina
rikna inn í botn og dripna 178
Skálamenn fóru vestur í Vágar til at biðja
Peder Arrheboe leggja sær ráð, kvussu teir
skuldu fáa grindina dripna 178
Pápin hevði tá stóra neyð við at fáa hana
burturbeinda 181
Men rímiliga verður eisini nýttur lýsingar-
háttur í hvørkikyni (supinum):
Óli fekk dripið báðar 100
Drongurin er hjartkiptur og biður gentuna
leggja sær ráð, hvussu hann skal fáa dripið
risan 265
Hundarnir kjá dronginun... tosa saman um
at fáa dripið hetta trødl 361
Navnháttur og umsagnarliður eftir „fáa“:
ikki fær hon hann at vakna... hon kærir
seg..., at hon fær ikki mann sín til at vakna....
Hin gamli sigir tá við Vetil, at kona hansara
er komin og hevur sovið hjá honun tvær
nætur upp í slag, men ikki fingið hann
vaknan 416
í navnháttarsamskipan (infinitivneksus) er
regluliga samsvar:
hann heldur tað vera sjálvan hin versta
398
hetta, sum hann heldur vera hin hvíta
steinin 342
Hin gamli bað hana ikki lata hin lítla fara
út um morgnarnar fastandi edla knívleysan
135
Kolbein fer til hansara og biður hann vera
vælkomnan 249
Hon leit til viks og sá Høgna liggja dripnan
71
hin bað hann fara út sjálvan at higgja 264
hann kemur inn í hedlið og sær ta upp-
skríddu klótuna, sum hann heldur vera Gilj-
onnu sína, sita so svinna við eldin 242
Eisini er fallsamsvar, um „at“ stendur
framman fyri navnháttin:
Fólk bønaðu hann ikki at fara einsam-
adlan 72
hon ... inskti hann so at standa fastan har
úti 257
- og við fyriseting framman fyri navnhátt-
in:
hon hevði adlar vælir sínar frammi at fáa
hann til at vera góðan við hana 158
Rasmus hevur fót sín á sjóstúkuvelinun
hjá soninun til at verja hann firi at vera
burturtiknan av huldumanninun 124
Somuleiðis eru mong dømi um samsvar í
umsagnarliði til afturbent fornavn:
eina birði, sum hann heldur seg vadla vera
føran firi 47
Hann sigir seg at vera komnan ettir henni
377