Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 102
Gunnar Havreki og Óli Danski
- nøkur orð um ein syrgileik og ein sorgarleik
Árni Dahl
Rasmus Christoffer Effersøe, føddur 30. mai
1857, deyður 23. mars 1916, var ein av teim-
um 9 monnunum1, sum í blaðlýsing í
Dimmalætting 22. desember 1888 buðu ein-
um og hvørjum „at koma í tinghúsið annan
jóladag kl. 3 e.m.“, har teir søgdu seg ætla
„at samráðast um at verja Førja mál og Førja
siðir“.
Og eftirtíðin hevur av røttum mett Rasm-
us sum ein av høvuðsmonnunum í Føringa-
felagstíðini, sum hetta tíðarskeiðið hevur
verið kallað frá januar 1889, tá ið felagið var
stovnsett, til desember 1901, tá ið seinasta
nummar av Føringatíðindum kom út2.
Lívssøga Rasmusar er fleiri ferðir lýst í
stuttum3, so hana gera vit einki við á hesum
sinni. I staðin fara vit at greiða frá einum
handritasavni, ið lá eftir Rasmus Effersøe,
og sum er í varðveitslu á Føroya Lands-
bókasavni.
I
Eíandritasavnið hevur heitið Effersøe, R.C.:
Ymisk handrit og hevur skrásetingarfrá-
merkið F XIV. Edward Mitens læt Lands-
bókasavninum tað í 19574. Brævbjálvin er
poststemplaður 22. juli.
Innihaldið kann skiftast í tríggjar bólkar:
Brøv, yrkingar og sjónleikir5.
Brøvini eru tvey.
Tað eldra er dagfest í Keypmannahavn
20. juni 1877. Tað er 8 síður til longdar
(stødd nakað sum A5). Rasmus skrivar her
til mammu sína6 og greiðir henni sera
gjølliga frá arbeiðsuppgávum sínum á einum
skotskum bóndagarði. Sum tað skilst, er
hann júst komin til Keypmannahavnar úr
Leith. Brævið er orðað á donskum við einari
stuttari føroyskari vending í byrjanini: „Jeg
har det omtrent ved det Gamle,/det vil sige
„ilt í buginum"...
Seinna brævið (ein síða í foliostødd) byrj-
ar við staðar- og tíðarfestingini Ás, t. 18/2-
1881. Niðriundir stendur so yrkingin „Vinur
mín“ (M. 30-31). í handritinum byrjar hon
„Tú kannst7 ei vænta meg“, sum er 4. ør-
indið í prentaðu útgávuni. „Hart bítir7 nu7
hin hvíti“, sum er 1. ørindið í prentaðu út-
gávuni, er 5. ørindið í handritinum. Á bak-
síðuni á hesum arki stendur prosateksturin,
ið byrjar: „Tá ið tit eina viku her ettir7
samlast í gleði og gaman...“ (M. 29-30).
Edward Mitens upplýsir í minnisútgávuni,
at hetta er bræv sent úr Svøríki til ein vin í
Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 106-116