Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 65

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 65
RÆTTARMÁLIÐ f FØROYUM 69 bøtara. Danskt mál er sostatt tá av álvara farið at gera um seg í rættarviðurskiftum í Noregi, og sama gongdin er í Føroyum, har eisini danskt mál gerst rættarmál burturav. Nær hetta er hent, vita vit ikki við vissu. Miðaldarbrøv frá 15. øld, sum eru prentað í Diplomatarium Færoense, eru skrivað á gomlum norskum máli, tó við nøkrum før- oyskum sermerkjum. I 15. øld eru eisini donsk orð farin at síggjast í málinum. Elsta varðveitta tingbókin frá 1615-54 er øll, sum hon er, skrivað á donskum, og í 1637 verður Seyðabrævið staðfest av nýggjum og umsett til danskt mál. Tað er líkt til, at danskt er vorðið rættarmál í Føroyum onkuntíð í 16. øld, kanska um siðaskiftið. Málsliga vekingin. Føringafelag 'Ikki bert innan rættarviðurskifti, men eisini innan almenn viðurskifti yvirhøvur gjørdist danskt tað viðurkenda málið burturav. Før- oyska málið livdi tó framvegis á tungu før- oyingsins í dagliga lívinum, kanska serliga úti á bygdunum, har fólk ikki høvdu rættiliga nógv samband við myndugleikarnar. I seinnu helvt av 18. øld fóru menn, eitt nú Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, undir at savna orðatilfar, og Hammershaimb kom við síni stavseting í 1846, eins og hann gjørdi mikið savningararbeiði. Her vóru sostatt lunnar lagdir undir tjóðskaparligt medvit, serstakliga í málspurninginum. Ansurin fyri, at móðurmálið kundi nýtast til annað enn til munnligt samskifti í gerandisdegnum, spratt av fyrstan tíð millum føroyingar í Keyp- mannahavn; men við teimum kom rørslan seinni heim til Føroya. Kallað varð saman til fundar annan jóladag 1888 at stovna felags- skap við stevnuskrá um at fáa Føroyamál til æru, og at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, so at teir mugu verða sjálvbjargnir. Á fundinum varð gjørd samtykt í seks greinum, sum allar meira ella minni snúðu seg um føroyska málið. Her skal bert verða nevndur tann parturin av samtyktini, sum hevði við nýtslu av málinum í almennum viðurskiftum at gera. Hesum viðvíkjandi segði samtyktin, at virkast skuldi fyri at geva føroyskum máli fullan rætt at verða nýtt munnliga í viðurskiftum millum fólkið og myndugleikarnar. Rættargangslógin fram til krígslok Sambært grundlóg danska ríkisins skulu rættarviðurskiftini skipast við lóg, og 15. apríl 1916 varð samtykt rættargangslóg at galda í Danmark frá 1. oktober 1919. Sam- bært grein 149 í hesi lóg er rættarmálið danskt. Lógin var sambært grein 1021 ikki galdandi fyri Føroyar; men tað skuldi ásetast í serstakari lóg, í hvønn mun reglurnar í donsku rættargangslógini skuldu galda í Føroyum. Sama árið bað løgmálaráðið amt- mannin um at evna til og leggja fyri løgtingið til ummælis uppskot til rættargangslóg fyri Føroyar, og skuldi henda lóg byggja á somu sjónarmið sum danska rættargangslógin. Áheitanin kom til viðgerðar í løgtinginum á ólavsøku 1916. Løgtingið metti ikki, at tað í løtuni kundi gera meira við málið, men sam- tykti at seta løgmálaráðnum fyrispurning, um ríkiskassin vildi rinda útreiðslurnar av at seta serstaka nevnd at arbeiða við málinum. Løgmálaráðið svaraði, at hetta var stjórnin ikki sinnað til, og tað hendi síðan einki ser- ligt í málinum hvørki í 1916 ella 1917. í 1918 kom uppskotið til fyrstu viðgerð, har ið samtykt varð at beina tað í trímannanevnd. Sama dag var spurningurin um føroyskt mál í kirkju og skúla til viðgerðar. Hóast hesir spurningar ikki hava nakað beinleiðis sam- band við evnið í hesi grein, hava teir kortini
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.