Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 68

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 68
72 RÆTTARMÁLIÐ í FØROYUM nevndini skuldu sita amtmaðurin, dómarin, landfútin og tveir løgtingsmenn. Hetta varð samtykt av løgtinginum, sum valdi Johan Danielsen og Edw. Mitens í nevndina. í februar 1933 var nevndin liðug við arbeiðið og hevði gjørt uppskot til rættargangslóg fyri Føroyar. Meirilutin í nevndini hevði ikki uppskot um broytingar í grein 149 um rætt- armálið, sum sostatt framvegis skuldi vera danskt. Minnilutin (Mitens) tók hesum við- víkjandi fyrivarni og skilaði sær rætt til í løgtinginum at seta fram uppskot um, at føroyskt mál ikki átti at verða roknað sum fremmant mál í Føroya rætti, men at tað í tann mun, tað var gjørligt, átti at fáa viður- kenning sum rættarmál í Føroyum undir lið- ini á donskum máli. Løgtingsval hevði verið í 1932, og Sambandsflokkurin fekk við valið meiriluta í løgtinginum. Meirilutin í ting- nevndini (Johan Danielsen, Kr. Djurhuus og Andr. Samuelsen) førdi fram, at danskt hevði verið og framvegis var rættarmál í Føroyum. Allar lógir, sum vóru galdandi í Føroyum, eisini serføroyskar, vóru orðaðar á donskum máli, og fór hetta helst eisini at vera so framvegis, so leingi sum danska grundlógin var galdandi í Føroyum, og lóg- gávuvaldið tí lá hjá ríkisdegi og kongi. Eisini vórðu allar rættarbøkur førdar á donskum máli. Meirilutin vildi tí varðveita galdandi skipan. Tó var hetta ikki til hindurs fyri, at føroyingur, sum møtti í rættinum sum vitni, skuldsettur ella ákærdur, sjálvur skuldi hava rætt til at gera av, um hann vildi verða yvir- hoyrdur á føroyskum ella donskum máli. Meirilutin setti tí fram broytingaruppskot til grein 149 samsvarandi hesum. Minnilutin (Edw. Mitens og Niclas Niclasen) setti fram uppskot um at broyta grein 149 soleiðis, at rættarmálið var danskt og føroyskt. Minni- lutin førdi fram, at føroyskt var talumál før- oyingsins og var eisini í størri mun vorðið skriftmál hansara. Móðurmálið hevði tí rætt til og krav um viðurkenning sum rættarmál í Føroyum. Hetta skuldi heldur ikki elvt til nakrar trupulleikar, um dómarin var føroy- ingur ella hevði virkað her í nøkur ár. Um dómarin ikki skilti føroyskt mál, tí hann hevði verið stutta tíð, skuldi tað verið gjør- ligt at hjálpt sær við umsetingum. Uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt við 11 at- kvøðum, og lógaruppskotið í síni heild sam- tykt við 3. viðgerð við 16 atkvøðum. Upp- skotið varð síðan viðgjørt og samtykt á rík- isdegi og staðfest sum lóg nr. 174 frá 11. mai 1935. Sambært hesi lóg skuldi upp í grein 149, 1. stk. um rættarmálið, sum framvegis skuldi vera danskt, skoytast soljóðandi setn- ingur. „Er Sorenskriveren (Dommeren) det færøske Sprog mægtig, skal han benytte dette ved Afhøring af færøsktalende Per- soner, som udtaler Ønske herom. Er Soren- skriveren (Dommeren) ikke det færøske Sprog mægtig, skal Afhøring af færøsk- talende Personer, som ønsker dette Sprog benyttet, foregaa ved Hjælp af Retsvidnet eller en af Retten beskikket, dertil egnet Person.“ Sama ár, sum føroyska rættargangslógin varð samtykt á ríkisdegi, legði Sjálvstýris- flokkurin fram áheitan í løgtinginum um nýtslu av føroyskum máli í øllum viðurskift- um. Talan var um føroyskt sum fasta læru- grein við Tvøroyrar realskúla, føroyskt mál á almennum skrivstovum o.a., føroyskt kenslumál og rættarmálið. Viðvíkjandi spurninginum um nýtslu av føroyskum máli á almennum skrivstovum førdi nevndar- meirilutin (Sambandsflokkurin) fram, at løgtingið sjálvandi kundi gera av, hvat mál løgtingsnevndir skuldu nýta, men at tað har- afturímóti ikki kundi gera av, hvat mál teir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.