Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 82

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 82
86 HVUSSU EIGUR KIRKJUMÁLIÐ AT VERA? málaráðharran, sum J. Dahl og onnur, sum høvdu við sakina at gera, ongantíð fingu at síggja, men í besta lagi fingu at hoyra um í kirkjumálaráðnum. Effersøe sigur ikki nakað um sína hugsan, men skjýtur seg un- dir Sørensen próst, Hjalmar Hammershaimb og Chr. Bærentsen amtmann og aðrar. Her skulu bert endurgevast partar úr einum brævi frá Olivuri Effersøe landstingsmanni til kirkjumálaráðharran16. Vit mugu minnast til, at tá vóru fimm ár, síðan ritualini vóru týdd, og tey høvdu ferðast aftur og fram til ummælis. Effersøe sigur, at stríðsspurning- urin um ritualtýðingina snýr seg um, um tey skulu umsetast til íslendskt ella til eitt mál, sum tað núlivandi ættarliðið í Føroyum skilir. Fyri Effersøe er hetta tað sama sum spurningurin um málsliga nýskapan ella kirkjuligt atlit. Hetta eru hansara egnu orð. So krýpur hann sær undir kjólafaldin hjá Sørensen prósti og leggur hann undir at hava sagt, at ritualtýðingin hjá Dahl orð fyri orð er einsljóðandi við „viðkomandi støð“ í íslendsku bíbliuni. í skjølum frá Sørensen finst hann ikki at hava málborið seg soleiðis, sjálvt um hann heldur, at týðingin hjá Dahl er ov nógv íslendskt ávirkað. Lítið trúligt er tað, at Sørensen hevur lýtt Effersøe hetta í oyrað, tí nakað óreiðiligt menniskja var Sørensen á ongan hátt. So tekur Effersøe sjálvur til orða aftur og gevur nevndarlimunum, sum skuldu viðgera ritualtýðingina, ummæli, og sjálvt um tað er endurgivið fyrr, skal tað takast upp aftur. Tað ljóðar: 1) provst Dahl, en Fanatiker paa det sproglige og nationale Omraade, 2) Kongsbonde Johs. Patursson, ds. - tað má merkja: tað sama sum Dahl. Ligeledes vel kendt fra Norgessagen i Fjor, Selvstyre- partiets Formand. Kommissionens eneste rent læge medlem. Tað kann ikki merkja annað í hesum viðfangi, enn at hann hevur einki skil fyri føroyskum máli. 3) Lærer Kallsoy, Ejde, Selvstyrepartiets Kandidat ved sidste Lagtingsvalg paa Østerø. 4) Læ- rerinde Karen Samuelsen, Hvidenæs, Johs. Paturssons Slægtning. 5) Højskoleforstander Símun af Skarði. Som Nr. 1). Danmarks far- ligste Modstander paa Færøerne. A. Sogne- præst Gulak Jacobsens sproglige Evner er uomtvistelige. Forøvrigt er han en udpræget Fredens og Kristendommens Mand, for hvem jeg nærer den største Agtelse. Maa anses for at staa uden for de politiske Par- tier. B. Lærer Joen Poulsen. Som A, dog at han er Medlem af Sambandspartiet. Effer- søe sigur, at tað, sum hann her hevur skrivað, ynskir hann at bera fram fyri kirkjumála- ráðið og almenningin. Og so krevur hann at fáa svar frá ministeriinum upp á fýra spurn- ingar, harav eg skal nevna tann seinasta, sum er, um ministeriic cennir samanhangin mill- um Dahls ritualstýðing og íslendskt mál, og hann endar ógvuliga flott við hesum orðum: Offentligheden og jeg er nemlig stærkt interesseret i at kende Sagens Gang i sin Helhed. Effersøe nevnir her Jógvan Poulsen sum sín partamann í málspurninginum. Men tað var Jógvan Poulsen ikki, tá ið spurningurin var um málbúnan. Jógvan Poulsen gav sjálv- ur út eina bíbliusøgu í 1900, og í hesum arbeiðinum hevur hann ráðført seg við Hammershaimb, og mær tykir, at hon er skrivað á einum frálíkum máli, sum vit mugu siga er føroyskt og hvørki danskt ella ís- lendskt. Tað hevði ikki verið órímiligt hjá Effersøe at skuldsett Jógvan Poulsen fyri at týða til íslendskt, tá ið hann kann skuldseta Dahl fyri tað. Men hann hevur kanska ikki lisið bíbliusøguna. Jógvan Poulsen var alt lívið eymur um málið, og so seint sum árið
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.