Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 123

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 123
FØROYSK KLÆÐIR 127 akslarnar og er prýddur við svørtum reps- bondum. Tann minni stendur nakað uppfrá uttan at vera seymaður sum skjúrtuflippa. Framman er møttulin prýddur við prýðis- stikningum. Prýðisknappar hava verið, men eru burturtiknir. Bundnaturriklæði sum prýðisplagg kom í brúk, aftan á at Elsa Bærentsen hevði end- urbundið og skapað nýggj mynstur í seksti- árunum. Mansbúnin Sjóstúkan Lucas Debes skrivar um stuttan, víðan „kjortel“. J.Chr. Svabo skrivar um jakkasjó- stúku, sum er svørt seyðalitt, víð og hongur leys um kroppin, røkkur niður á hálv lørini. Frá mjadnunum og niður er liðargeiri. Knapparnir eru antin av hvítum beini ella brúnir. A akslunum er nælt (seymaður heksastingur) við togtráði (tráður spunnin úr broddi). J.Chr. Svabo sigur teir í Skúvoy hava ein eykageira mitt aftan. J.Chr. Svabo skrivar eisini um síðan kjóla av svertaðum vaðmali. Kjólin er ryktur við føllum á mjadnunum, og knapparnir eru av hestahári. Hann sigur eisini, at hesin kjólin er við at fara av móta, og í staðin er komin ein svartur vaðmalsvestur, sum er styttri og uttan føll. J. Landt nevnir sama plaggið við trimum nøvnum: jakka, koftu ella sjóstúku. Liturin er myrkamorreyður, vaðmalið er tvískeftað, tætt og sterkt. Koftan røkkur niður á knøini, er víð um miðjuna, ryggurin er skorin í ein- um, og upp í síðurnar er settur liðargeiri Ermarnar eru seymaðar í einum, antin við seyminum innan- ella uttanarma. Ermarnar eru víðar í erva, sneiddar í neðra við stuttari „sliss“ og einum knappi. Koftan hevur knappar framman, antin hvítar ella brúnar úr beini, sum fáast úr handlinum. C.J. Graba skrivar, at sunnu- og halgidagar ber hin múgvandi føroyingurin svartan ull- intan frakka, í sniði átøkan teim sonevndu skansafrakkunum, ella teimum, sum bøndur úr fyrru øld eru klæddir í á leikpallinum. Frakkin røkkur niður á knæ og er eins víður í erva sum í neðra, framman settur við knappum eftir allari síddini, og knappholini eru seymað reyð úr ullintum tráð. H.J.J. Sørensen sigur teir eldru menninar brúka svarta vaðmalskápu, sjóstúku, sum røkkur niður á knøini, og eisini sigur hann tey vera farin at seyma koftuna styttri eins og stuttar yvirfrakkar. H.M. Debes sigur seg hava lisið í bók um Dyveke, hjákonuna hjá Kristiani 2., at før- oyingar, ið komnir vóru at hitta kong, vóru í svørtum koftum. Hetta hevur verið fyri 1517. H.M. Debes sigur tað hava verið tvinnanda sløg av sjóstúkum, ta stuttu, ið røkk oman ímóti knøunum, og hina síðu, ið røkk niður um hosubondini. H.M. Debes sigur sjóstúkuna vera glatta í erva við átta knappum niður framman og nógv útskráaða í neðra. Um kraga og akslaseym er seymað við sjóstúkunæling. Fornminnissavnið eigur tvær sjóstúkur uml. 150 ára gamlar, onnur er úr Nólsoy og hin úr Saksun. Báðar eru svartar, annars í tilfari og útsjónd nágreiniliga eins og í frá- greiðirig J. Landts. Sjóstúkan úr Nólsoy er fórðað við bummull, hevur heilan rygg og liðargeirar, er 100 cm long, hevur 10 knapp- hol og 10 knappar (ein er burtur). Knapp-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.