Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 19
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 23 XVIII Hesin veruleiki fekk týdning, tá ið kríggið var komið. Hin gamla politiska skipanin virkaði ikki. Tann veruleiki, at føroyingar fyri fyrstu ferð noyddust at stýra sær sjálvir, er helst bakgrundin fyri tí stóra vøkstri, sum Fólkaflokkurin hevði krígsárini - við bert einum manni í minniluta á tingi - skal helst síggjast í hesum lýsi. I søguligum saman- hangi man vera rættari at síggja henda vøkstur sum eina vaksandi undirtøku fyri størri sjálvstýri enn sum eina rørslu av pengamonnum og kapitalistum. Til tess mundu kapitalistarnir vera ov fáir í Føroy- um. (Annars varð hugsanin um stovnseting av sjálvstøðugum føroyskum ríki fyrstu ferð sett fram sum politisk skrá í 1925 av tí fá- menta felagsskapinum „Móti loysing" við Sverra Paturssyni á odda.) Hendingarnar í 1946, sum komu í hæddina við fólkaatkvøð- una, benda á tað sama. Tað má bert ásann- ast, at veljararnir (t.e. meirilutin) vóru meira radikalir í tí tjóðskaparliga stríðnum enn flokkarnir. Tað tykist greitt frá keldunum, at eingin av flokkunum ynskti tað úrslit, ið kom - og hevði heldur ikki væntað tað. Hvat ið rætt og hvat ið skeivt var hevur einki við tað søguliga at gera. Tað skal sleppa at vera politiskt. Søguliga er støðan tann, at ein partur av føroyingum heldur, at føroyskur tjóðskapur ikki er ósambæriligur við eina støðu sum tjóðskaparligur minniluti í danska ríkinum, meðan ein annar partur ynskir meira ella fult sjálvstýri. Har stendur tjóðskaparspurningurin í dag. XIX Vanligt er at síggja tjóðskaparrørslu (natio- nalismu) lýsta sum eitt borgaraligt fyribrigdi. Er hon tað, má vera til ein borgarastætt og aftan fyri hana aftur ein ávís búskaparlig og sosial gongd. Tað tykist trupult at fáa tað føroyska dømið at hóska inn í hetta saman- hang. Tá ið tjóðskaparrørslan kom fram í Føroyum, vóru bert nakrar fáar ættir, sum við nøkrum rætti kundu nevnast ein borg- arastætt, eitt „bourgeoisie“. Tað var heldur ikki ein kapitalistisk borgarastætt, sum frá aldaskiftinum, tá ið rørslan gjørdist politisk, styðjaði hana. Tann føroyska borgarastættin var fyri ein part donsk ella hálvdonsk; men eisini tann føroyski parturin tykist yvirhøvur at hava verið ímóti sjálvstýrispolitikkinum. Hetta var reglan fram í 1930- og 1940-árini, tá ið partar av vinnulívinum vendu sær til sjálvstýrispolitikk - ið hvussu er fyri ein part út frá eini kenslu av danskari líkasælu fyri føroyskum búskapi og vinnulívi. Bøndurnir tykjast at hava verið í báðum pørtum. Tað politiska stríðið í agitatiónini stóð um at- kvøðurnar frá fiskimonnum og teirra, t.e. atkvøðurnar hjá einum samfelagsbólki, sum ikki skuldi verið serliga tjóðskaparligur, um tjóðskaparrørsla og borgarastætt altíð hoyra saman. Vøksturin hjá Tjóðveldisflokkinum í 1954 við stuðli frá fiskimanna- og arbeiðs- mannaatkvøðum bendir eisini á, at tjóð- skaparrørslan í Føroyum ið hvussu er neyv- an kann lýsast sum eitt borgaraligt fyribrigdi. Størri týdning má tann politiska traditión, sum tíðliga í tíðini varð løgd av politiskum persónum í ávísum valdømum, hava. Stovn- an av nýggjum flokkum gjørdi sjáldan broyt- ing í hetta mynstur. Eisini viðvíkjandi sund- urbýting í stig kann vera trupult at bera tað føroyska dømið saman við dømi aðrastaðni. Tað ber helst til at rokna við tveimum stig- um, við 1906 sum marki (eitt mentanarligt og eitt politiskt tíðarskeið). Kanska ber bet- ur til - sum Miroslav Hroch - at rokna við trimum stigum: einum mentanarligum fram til 1901/06, einum við politiskari agitatión
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.