Fróðskaparrit - 01.01.1989, Qupperneq 7

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Qupperneq 7
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 11 Og hvat við teimum føroyingum, sum í 1906 atkvøddu ímóti „tilboðnum“, og teim- um, sum í 1946 ikki atkvøddu fyri loysing? Mundu teir ikki kenna seg sum føroyingar fyri tað? IV Tjóðskaparkensla er sambært Hans Kohn „a state of mind“ - ein sinnisrørsla og ein hugsanarháttur, ein kensla av at vera partur av einum størri samanhangi og mannahópi. Sambært enska heimspekinginum Ernest Gellner í verkinum Nations and Nationalism (1984) kemur tjóðskaparkensla og seinni tjóðskaparrørsla fram sum eitt samfelagsligt/ sálarligt aftursvar á einu ávísum stigi í søg- uni, tá ið ávísar fyritreytir eru til. Gellner er við „deterministisku“ sjónarmiðum sínum nær skyldur marxistiskum heimspekingum og søgumonnum, uttan at hann sjálvur kann sigast at vera marxistur. Nógvir rithøvundar, sum nevnt serliga marxistar, men eisini ikki-marxistar, sum t.d. Gellner, seta framkomuna av tjóðskapar- kenslu og -rørslu í samband við framkomuna av eini borgarastætt, sum aftur er eitt sam- felagsligt úrslit av menning í handli og ídn- aði. Gellner heldur, at í landbúnaðarsam- felagnum er eingin tráan eftir, at mentanar- lig og politisk mørk verða tey somu. Tað verður als ikki hildið at vera undarligt, at teir, ið umsita samfelagið, eru útlendingar - heldur ein fyrimunur. Eitt høvuðseyðkenni fyri landbúnaðarsamfelagið er, sigur hann, at bert fá fólk duga at lesa og skriva. Ið hvussu er dugir bert ein lítil bólkur, ein „elita“, at nýta skriftmálið. I sama samfelag verða sostatt bæði ein fjølment lágmentan og ein fáment hámentan - og ímillum hesar mentanir er lítið samband. Tað búskaparliga framkomna samfelagið, ídnaðarsamfelagið, hevur sum fyritreyt nógv størri samgongu- møguleikar (kommunikatiónsmøguleikar) millum stættir og samfelagsbólkar sum heild. M.a. tí mugu fólk flest duga at lesa og skriva; neyðugt er at útbúgva fólkið, um samfelagið skal mennast. 011 mugu hava møguleika at gerast partur av eini hámentan, og tí mugu almennir myndugleikar fáa til vegar eina felags útbúgvingarskipan. Soleiðis verður samfelagið meira samanhangandi - meira einvorðið (homogent) - og hetta ger eina sálarliga samanrenning, sum nationalisman í veruleikanum er, lættari og náttúrligari. Men samstundis sæst sjónskari munurin á framkomnum miðøkjum og minni fram- komnum útjaðarøkjum. Serliga fólk úr út- jaðarøkjunum, sum hava fingið eina há- mentan í teimum framkomnu miðøkjunum, síggja munin, tá ið tey koma heim aftur og fara at virka fyri verkligum framburði. Er fólkið í einum sovorðnum útøki ein serstak- ur etniskur bólkur við egnari mentan, sum t.d. máli, gerst'ein sovorðin rørsla lætt ein tjóðskaparlig rørsla. Men hon er tá ikki sprottin úr fólkinum sjálvum út frá søguligum og mentanarligum fyritreytum, men beint øvugt: er nakað óektað, sum komið er inn á fólk uttaneftir. Sum ta skilst, verður sostatt langt ímillum Gellner og eldri granskarar. Eg nevni Ernest Gellner serliga av teirri grund, at hann - sum ikki er søgumaður, men heimspekingur (professari í heimspeki við The London School of Economics) - at hann nú á døgum tykist vera ein teirra, ið hava ta størstu undirtøkuna eftir ummælum og greinum um evnið í ritgerðum at døma. Men hóast sumt hjá honum væl kann hóska til gongdina hjá okkum, so kann ið hvussu er ikki alt. Hetta verður komið aftur til. Men tað er neyvan rætt, at eitt búnaðar-
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112
Qupperneq 113
Qupperneq 114
Qupperneq 115
Qupperneq 116
Qupperneq 117
Qupperneq 118
Qupperneq 119
Qupperneq 120
Qupperneq 121
Qupperneq 122
Qupperneq 123
Qupperneq 124
Qupperneq 125
Qupperneq 126
Qupperneq 127
Qupperneq 128
Qupperneq 129
Qupperneq 130
Qupperneq 131
Qupperneq 132
Qupperneq 133
Qupperneq 134
Qupperneq 135
Qupperneq 136
Qupperneq 137
Qupperneq 138
Qupperneq 139
Qupperneq 140
Qupperneq 141
Qupperneq 142
Qupperneq 143
Qupperneq 144
Qupperneq 145
Qupperneq 146
Qupperneq 147
Qupperneq 148
Qupperneq 149
Qupperneq 150
Qupperneq 151
Qupperneq 152
Qupperneq 153
Qupperneq 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.