Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 1

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 1
Hin heilagi login Jens Pauli Heinesen Lesur tú um tað, sum hendi í tingstovuni annan jóladag fyri hundrað árum síðani, kemur tú fram á orð og máliskur, ið ljóða heldur sjáldsamt í okkara oyrum, tey líka- sum hóska ikki í tíðini, tey eru sum fremm- andir fuglar, ið vit hava eina hóming av eina- ferð hava verið til, men sum nú eru vorðnir søga, ið ikki tekst aftur. Har verður millum nógv annað skrivað um „hin heilaga logan í barminum á monn- um“. Um „elddópin“, skald og hugsjónar- menn fingu. „Undrið hendir, landsmenn hittast í hugtakandi sameining“, og tá „kom føroyska medvitanin rættiliga undan kavi“. Eitt og hvørt mannalív, sum røkkur upp í ellisár, hevur farið ígjøgnum sín barndóm, ungdóm, manndóm og aldurdóm. Eisini tjóðirnar hava sína lagnu, eisini tær skulu ígjøgnum tey tíðarskeið, ið gera eina lívsævi, bert eru teirra tíðarteinar ólíka drúgvari enn ein mannalagna mált við menniskjans alin. Skulu vit fara eftir hesari myndini, hava vit havt ein langan og strangan barndóm, um vit hugsa um ta mentanarligu síðuna av søgu okkara. Vit hava grulvað leingi og stakrað, til vit endiliga náddu ferming- araldri. Ferming merkir konfirmatión, og hyggi eg í latínsku orðabókina at upprunatýdn- inginum av hesum orði, er hann hesin: Styrking, festing, uggi, eggjan ella sum tað stendur: Eggjan og styrking av einum stakr- andi, mótlítlum ella sorgarbundnum sinni. í hesum týdningi var jólafundurin okkara mentanarliga konfirmatión. Hvat hildu so fólk um h nda konfirmant- in? Vóru tey errin av honum, og ynsktu tey honum góða eydnu við framtíðini? Eftir øll- um at døma hevur hann í flestra manna eygum als ikki verið nakar strálandi svana- ungi, men heldur tann mishátti dunnuungin, ið fáur vildi kennast við, tí skrivað stendur eisini: „Trýst elur móttrýst, um rætt og bragdligt lív skal skapast". Tað vóru ikki øll, ið sóu hin heilaga logan í barminum. Tey snerktu við og fýltust á og stakraðu fram- vegis. Man tað vera hetta, Chr. Matras hugs- ar um, tá ið hann yrkir: Summi lúgvast tíðliga og leggjast fyri, onnur halda ferðin er uttan virði, fylgja so við streymi uttan vilja - ganga øll í dreymi og einki skilja Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 5-7
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.