Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 77

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 77
Hvussu eigur kirkjumálið at vera? Petur Martin Rasmussen í bókini um málstríðið1, sum kom í 1987, havi eg viðgjørt tað partapolitiska stríðið um kirkjumálið og um, hvussu føroyskt mál so við og við vinnur sigur í kirkjuni2. Við hes- um arbeiðssetningi, sum eg havi hildið meg rættiliga strangt til, var evnið avmarkað. Tí eru týðandi tættir um føroyskt kirkjumál ikki viðgjørdir. Tó hevur í mongum førum verið neyðugt at nerta við teir fyri at fáa viðgjørt tað, sum eg hevði sett mær fyri. Ein spurningur, sum bert leysliga er um- røddur, er, hvussu teir, sum fóru undir at skriva føroyskt bíbliu- og kirkjumál, hugs- aðu sær, at kirkjumálið átti at vera. Tað er henda spurningin, eg skal siga eitt sindur um her. Og eg fari serliga at leggja meg eftir, hvat teir báðir bíbliutýðararnir, Victor Danielsen og Jákup Dahl, søgdu um henda spurning, men eisini aðrar fari eg at nevna. Tað er ikki serliga nógv tilfar til, men tað gevur okkum eina hampiliga greiða fatan av hugsan teirra um tann málbúna, sum teir ynsktu at lata bíbliutýðingarnar í. Hjá Victor Danielsen fari eg at halda meg til bíbliutýðingina og hjá J. Dahl harumframt til tað, hann sigur um kirkjumál yvirhøvur. Um keldutilfarið til hesa grein er at siga, at alt tað, her verður nevnt um J.H. Schrøter, Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 81-92 havi eg frá endurútgávuni hjá Chr. Matras av Matteustýðing Schrøters3. Tað, sum end- urgivið verður eftir Victor Danielsen, er alt tikið úr eini ritgerð hjá Jógvani á Lakjuni4. Sjónarmiðini hjá J. Dahl kenna vit frá óprentaðu endurminningum hansara5 og frá offisiellum skrivum í sambandi við stríðið um kirkjumálið6. Okkurt annað tilfar verður eisini brúkt, sum verður nevnt so við og við. Eg havi ikki brúkt bløðini. Tey hava ikki týdning í hesum viðfangi, av tí at tað, sum har kemur fram, fyri tað mesta ikki er bygt á grundgivin sjónarmið. Fyri málgranskarar hava sjálvsagt teir bíblisku og kirkjusøgu- ligu tekstirnir størsta týdning. Okkurt fari eg at taka upp aftur úr bókini um málstríðið. Eg fari at byrja við Schrøter, sum týðir 100 ár undan Victor Danielsen og Jákupi Dahl. í 1823 kom út týðing J.H. Schrøters av Matteusevangeliinum. Hann fór undir bíbliutýðing, tí at hann í prestyrki sínum stundum hevði brúkt føroyskt og hevði tá verið varur við, at fólk skilti betur føroyskt enn danskt. Eftir nútíðarmáti er týðingin hjá Schrøter kanska ikki serliga gott og reint føroyskt mál. Sjálvur sigur Schrøter, at hann við vilja hevði brúkt eitt sindur eldri mál,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.