Due to maintenance work, there may be disruptions to the Tímarit.is service from 18:00 onwards.

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 128

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Síða 128
132 FØROYSK KLÆÐIR bummull ella silki. Framstykkini eru sneidd niður framman, tveir eru lummarnir, og kragin er kotakragi. Vinstrumegin eru 6 knapphol, seymað við sama liti sum vesturin, upp frá í neðra, og høgrumegin 6 silvur- knappar. Ymist er, um knapphol og knappar eru undir kotakraganum ella eingi. Aftan er spenni og tampur, so til ber at víðka ella treingja um vestin. Broderíini eru vanliga upp framman, um lummarnar og fremst á kotakraganum. Mynstrini eru ymisk. I ein- støkum ættum verður hildið fast við sama mynstur. Buksurnar Lucas Debes skrivar einki um buksur. J.Chr. Svabo skrivar, at buksurnar eru svartar og víðar, opnar niðan fyri knæ, snørdar við liss- um. Framman er víð splitta uttan knappar, sum altíð stendur opin, serliga sjónlig av tí hvítu stúkuni. J.Chr. Svabo heldur tað hevði sæð betur út við klaffa framman, men ivast í, um føroyingar fáast til at skifta móta, tí sum hann sigur, „vani bítur best“. J. Landt skrivar tað sama sum Svabo. C.J. Graba sigur tær víðu buksurnar úr svørtum klæði røkka niður um knøini og lummarnar vera prýddar við reyðum og blonkum knappum. H.J.J. Sørensen sigur buksurnar vera úr svørtum vaðmali við blonkum knappum. H.M. Debes nevnir ikki buksurnar. Buksurnar eru nú vanliga kvarðabuksur, tó havi eg sæð knæbuksur við splittu. Kvarðabuksurnar eru úr heimavovnum vað- mali ella svørtum handilsklæði. Framstykkið í erva, eisini kallað kvarðin, er í tveimum, eins og á vanligum buksum. Knappað verður á miðjuni við tveimum knappum niðureftir, ovari knappurin er svartur og niðari blankur stimaknappur úr silvuri. Umframt mið- knappin í erva eru tveir hvørjumegin til sel- arnar og tveir aftan. 11 cm niður frá ovara kanti framman eru tveir svartir knappar hvørjumegin stimaknappin. Niðan fyri hesa røð av knappum eru inn- seymaðir (paspoleraðir) lummar, ein hvørjumegin. Klaffin (lúkan, slagið) hevur 5 knapphol, tey 3 á miðjuni venda upp og niður, tey í horninum venda upp á skrá. Klaffin verður kneptur niðan á kvarðan. Niðast um brøkurnar er „sliss“, fýra knapp- hol, 4 silvurknappar, tampur og silvurspenni. Talið á knappum og knappholum kann vera ymist, bæði trý og fimm. Stúkan Lucas Debes -sigur stúkuna vera ullinta, hendingaferð úr lørifti. J.Chr. Svabo sigur vanligu stúkuna vera hvíta, ullinta, kvarðaða við bláum klæði. Um sunnu- og halgidags- stás sigur hann: „Linnedet bestaaer i en Natskjorte, og en fiin Klud om Halsen, og for de fornemste Bønder Hals-Krave og Halv-Ermer“. Linnedet merkir í hesum føri undirklæði og náttskjúrtu, plaggið, ið er næst kroppinum, í hesum føri úr lørifti. J. Landt sigur vanligastar vera fínar hvítar ullintar stúkur, kvarðaðar við bláum, bert onkur hendinga ríkmaður eigur lørifts- skjúrtu. C.J. Graba sigur einki um sjálva stúkuna, men sigur útróðrarmannin lata seg í roð-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.