Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 114

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 114
118 FØROYSK KLÆÐIR Ikki ber til at fáa alt við, tí havi eg valt at endurgeva hesar persónar, fyri søguliga at vísa á, hvat skrivað hevur verið um klæðini við ávísum áramáli ímillum. Lucas Debes umboðar tíðina um 1600- 1700, Jens Chr. Svabo og Jørgen Landt tíð- ina 1775-1800, Carl Julian Graba tíðina um 1825, Hans J.J. Sørensen tíðina um 1850, Hans M. Debes tíðina seinast í 19. og fyrst í 20. øld. Sjálv geri eg egnar viðmerkingar. Umframt hesar áðurnevndu persónar, ið viðgera tey føroysku klæðini sum heild, havi eg endurgivið í brotum Elsu Bærentsen, Petru Djurhuus, Jóhonnu Mariu Skylv Han- sen, Marionnu í Kongsstovu, Helenu Pat- ursson, Andrias Djurhuus, Jens Chr. Djur- huus, J.P. Gregoriussen og Poul Nolsøe. Hesi umboða eisini tíðina seinast í 19. og fyrst í 20. øld. Úr tilfari, eg ikki havi tikið við her, er vert at nevna greiningina av myndunum hjá Born frá 1790-árunum, sum Arne Thor- steinsson og Jóan Pauli Joensen skrivaðu í Mondli nr. 3, 1977. í tekstinum vísi eg ikki til blaðsíðutal í hvørjum einstøkum føri, men geri tað í stað- in í sjálvum bókmentayvirlitinum, so at tey, sum hava áhuga, kunnu finna fram til tað. Frágreiðing um klæðir Um frágreiðingin skal vera eftirfarandi, er neyðugt, at hann, ið skrivar, hevur innlit í evnið eins og hann, ið lesur, so til ber at hugsa og ivast. Til ber, við fáum og einføldum orðum, at siga frá tí mest týðandi við einum plaggi, sum til dømis, tá ið Jóhannes apostul sigur Jesusar kyrtil vera uttan seym, vovnan í ein- um, ella tá ið íslendingar í fyrstu bíbliutýðing síni 1584 siga kyrtilin vera bundnan. Til ber eisini at skriva um klæðini sum heild, greina tey sundur og siga frá hvørjum plaggi sær, eins og gjørt verður í Mósebók, tá ið greitt verður frá prestabúnum Arons. Sjálv havi eg valt at greiða frá hvørjum plaggi sær, so lættari verður at leita eftir frágreiðing um einstøk plagg. Tá endurgivið verður á donskum, er tað fyri at eg ikki við óvilja skal mistulka setningar sum t.d. hendan: „Skjørtet er enten Ain- skefta, eller stribet, lignende Hvergarn". „Stribet“ kann í hesum føri eins væl vera spølut og teinut, spølut, ella bara teinut, sum bæði í íseting og útsjónd er hvørt sítt. Spølur er breiðari enn teinur. Stakkur Lucas Debes sigi frá kjóla, sum er seym- aður við nógvum føllum í skjúrtinum. Hesin kjólin er seymaður úr klæði, antin myrka- bláum ella reyðum, er prýddur framman um ermarnar við reyðum klæði, svørtum floy- alsbondum og frynsum. Framman er stórt bryst við frynsum í erva og røðum av bord- um ella snórum; møguliga er hetta stimin, hann skrivar um. Ovast í brystinum er gylt brosja, fýrkantað sum ein rútari, við smáum leyshangandi bløðum; brosjan er fest ígjøgn- um hálsklútin og brystið. Lucas Debes skrivar einki meir um hálsklútin, hvørki hvussu hann sær út, ella úr hvørjum toyi hann er seymaður. Lucas Debes sigur tey, sum minni formáddu sær, hava sama slag brosju, men úr messing. Beltini vóru úr messing. J.Chr. Svabo skrivar tað sama sum Lucas Debes um sjálvan stakkin, nevnir einki um
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.