Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 2

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 2
6 HIN HEILAGI LOGIN So í sælum stundum hendir lívsins undur, blindir fáa megi at lata eygu sundur, liva ríkar løtur, ið leingi minnast, síggja allar gøtur saman finnast. Eg var av góðum grundum ikki við í ting- stovuni annan jóladag 1888, og kortini havi eg eina dýra kenslu av at hava verið har. Ur hesi tíð lýsir ein glæma av upphavi, ein upp- havsins glæma, ið eg kenni aftur frá mær sjálvum, tí hon lýsti og strálaði eisini í mí- num egnu ungdómsárum, ikki í sjálvari tíðini, men í mær sjálvum, tá ið medvitanin kemur undan kavi, og hin heilagi login og lívsins undur búgva hugtakandi í tær. Tá ið tú gongur kykur eftir at liva lívið, at skapa og avrika nakað. Tað var vónarinnar tíð, dreymanna tíð, frammanfyri lokkaðu teir túsund møguleikarnir, ið fyltu teg við treysti og skapanargleði. Júst soleiðis, hugsaði eg mær, var hetta tíðarskeiðið í søgu okkara, vónarinnar og dreymanna tíð, tíðin við teimum túsund møguleikunum. (Ein tíð, eg innast inni øvundi teimum). Tað var tíðin, tá ið skapan- argleðin sum ein upphavsins glæma tók at lýsa á morgunhimmalinum. „At tað verður eitt bál, um at hvør mannasál leggur sín neista til hin sama eld“. Hvussu hevur so gingist hesi hundrað árini við hini tiltiknu endamálsgreinini? Er Før- oya mál komið til ta æru, tey droymdu um? Halda føroyingar nú saman, og eru vit nú gingnir so nógv fram í øllum lutum, at vit eru vorðin sjálvbjargin? Ja, hvussu hevur gingist við teimum stóru dreymunum og teimum ríku vónunum? Vit kenna svarið. Tað gera tey, ið tá livdu, av góðum grundum ikki, men høvdu vit kunnað sett teimum hesar spurningarnar, og høvdu tey kunnað svarað, so kann eg hugsa mær, at tey høvdu víst seg ovfarin og ovur- fegin, tí at tey vistu ikki - hin minniliga jóla- dag - um tey vóru komin saman til eina jarðarferð ella til ein uppreisnardag. Mong, helst tey flestu, trúðu ikki, at málinum og føroysku mentanini vóru lív lagað, og høvdu givið seg til tols við, at okkara lagna fór at verða Hetlands. Nøkur hildu, at tað gekk alt ov seint og striltið: „Sova vilja allir enn, vilja hava frið, sova konur, sova menn, unga fólk- ið við“, sang ein persónur, ið hevði fingið sín elddóp har. Hann var ikki tann einasti, ið sang. Neistin var tendraður og festi í. Fræið var sáað og tók at spretta, ein planta kom undan, fleiri og fleiri bløð festu seg á hana, einki kundi steðga hesum vøkstri. Fram, frímansættin unga. Fólk fingu málið fyri seg, tað, sum tey næstan høvdu mist, tey fóru at syngja, ein sangur legði seg aftur at einum øðrum, sang- irnir komu út í bók, ein skaldsøga sá dagsins ljós, eitt søgusavn, eitt yrkingasavn, ein barnabók, runt umkring fór at grógva, seint men seigan. „Tit skulu bróta risans høll, tussan taka á hondum, fella niður liðið alt og loysa menn úr bondum“, kvað sami persón- ur. - „Ja, nú ber fram móti betri tíð, og fríður gróður her sæst í líð“, sang ein, ið rópti seg Gunnleyg. Men tað var ikki bara innan fyri mentan- arlívið, tað tók at kvaklast við og bragda, tí sum við eitt avrátt tekin festi eisini í aðrar samfelagstættir. Alt samfelagið tók at remb-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.