Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 5

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 5
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 9 henda myndugleika (legitimitas), sum hann hevur frá fólksins góðtøku (consensus) av hesum myndugleika. Ríki av hesum slag, t.e. har valdið yvir einum ávísum landøki var avgerandi, eru kend langt aftur í søguna og í ólíkum ment- anum. Men í 19. øld vaks fram ein nýggj berandi grundregla undir bygnaði ríkisins - tann so- nevnda tjóðskapargrundreglan (national- itetsprincippið). Eftir hesi hugsjón átti hvørt ríki at umfata eitt fólk, eina tjóð, t.e. at ríkismark og tjóðarmark skuldu vera tað sama. Søguliga og ikki minst politískt voldi henda meginregla, sum fyrst í Europa og síðan um allan heim gjørdist ein politisk læra, ein doktrin, ómetaligar trupulleikar hjá gomlum myndugleikum. Har nógvar tjóðir av søgunnar tilvild lógu innan sama ríkis- mark, mátti tann nýggja ásannanin bera upploysing og spjaðing við sær, tí tjóðirnar vildu stovnseta egið ríki. Har nýásannaðar tjóðir vóru innan mark hjá fleiri ríkjum, mátti gongdin vera hin sama, tó soleiðis, at upploysing samstundis kundi bera savning við sær. Av Norðurlondum var hitt danska konga- ríkið etniskt (t.e. viðvíkjandi uppruna fólka- bólkanna) tað mest samansetta. Longu væl áðrenn Noreg fór frá Danmark í 1814, vóru norðmenn farnir at vita til sín tjóðskaparliga. Eftir sótu íslendingar og týskarar, sum frá 1830- og 1840-árunum fóru at gera vart við seg. Seinni komu so føroyingar og at enda í okkara tíð grønlendingar. Roynđirnar eftir fyrra heimskríggj at um- skipa tað politiska Europa-kortið eftir tjóð- skapargrundregluni eydnaðust bert fyri ein part. Tey nýggju lond, sum komu burtur úr tí eysturríkska keisararíkinum og tí gamla Russlandi, vóru minni samansett tjóðskap- arliga enn tey gomlu stórríkini; men flest teirra høvdu innan mørk síni stórar og smáar tjóðskaparligar minnilutar, sum ikki allir góðtóku yvirræði meirilutans. írar stríddu sítt stríð. Eystanfyri skildust nýggj lond burtur úr tí osmanniska/turkiska ríkinum, og øll høvdu tey sínar minnilutar. Sjálvavgerðarrættur tjóðanna fekk upp- aftur verri kor uttan fyri Europa. Har kundu hjálandafólk kortini minna á ta føgru grund- regluna frá Versailles. Indarar høvdu tá stríðst leingi. Men av álvara breiddist tjóð- skaparkenslan og -rørslan ikki av álvara til Asia og Afrika fyrr enn eftir 2. heimskríggj. Hjálandastudentar í teimum gomlu „móður- londunum“ lærdu og sóu ta nýggju frælsis- rørsluna í t.d. París, í London, í Leyden og Bruxelles. Hjálandahermenn, sum høvdu barst saman við hjálandaharrunum fýri teirra frælsi, skiltu illa, at sama frælsi var ikki galdandi fyri teir. Økt áræði og sjálvsálit í hjálondunum, nú ið hjálandaveldini illa vóru ment at halda uppi hjálandaveldinum, kundi bara fáa eina avleiðing. At her varð komið til eitt tíðarhvarv, ásannaði sjálvur leiðarin í heimsins størsta „imperium“, bretski forsætisráðharrin Harold MacMillan, tá ið hann í Afrika í 1960 kendi tann nýggja broytingarvindin „The Wind of Change“, sum júst tá fór um alt hitt svarta megin- landið. Síðan hevur tann nýggja kenslan, tann nýggja rørslan ella læran broytt alla ta politisku heimsmyndina. I søguvísindaligum bókmentum verða orðalýsingar og -merkingar ógvuliga ójavnt nýttar í hesum sambandi. Hetta kundi verið eitt evni fyri seg; tí skulu bert nevnast nøkur fá dømi. Ofta verður ein bólkur av menn- iskjum, sum við grundarlag í felags mentan hevur stovnsett eitt ríki ella strembar fram
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.