Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 13
TJÓÐSKAPARRØRSLA SUM SØGULIGT FYRIBRIGDI 17 neyvan nakar ivast í í dag - hvussu hendan tilvitan kann finnast aftur í tíðina, hvussu henda ásannan vinnur megi og helst eisini innihald og sum nevnt verður tað grundar- lag, sum føroyskur politikkur veksur burtur- úr við avleiðingum, sum eru flestum kendar. Tað fær illa verið nøkur ósemja um, at fyritreytir føroyinga koma undir eina ein- falda og í bókmentunum ógvuliga vanliga allýsing. I fyrstu syftu er at nevna ta landa- frøðiligu støðuna - langt burtur frá øðrum londum. Norsk innflyting mundi enda longu í víkingaøld, og danir vóru ongantíð meira enn ein evarska lítil minniluti og orsakað av serligu støðu síni ein einsamallur minniluti. Tá ið føroyingar soleiðis verða nevndir sum tjóðskaparligur ella etniskur minniluti, kann hetta bert vera í týdninginum innan tað norska ella danska ríkið. í Føroyum hava føroyingar altíð verið tann stóri meirilutin. Frástøðan til Noreg og Danmark fekk týdn- ing ikki bert fyri tilflyting og mentanarligt árin, men eisini fyri útinning av politiskum valdi. At Orknoyar og Hetland við tíðini gjørdust skotskir landspartar - í grundini eisini tjóðskaparliga - er tekin ella prógv um tann týdning, sum frástøða millum miðsavn- að ríkisvald og undirliggjandi lond við øðr- um søguligum fyritreytum hevur. Føroyingar talaðu allir sama mál. I trúar- spurningum var eingin ósemja til fram um 1900. Siðirnir og mentanin sum heild var hin sama, burtursæð frá teimum munum, sum fjarstøða og tann búskaparliga og sam- felagsliga støðan hjá einum bólki kundi hava við sær. Sum heild og sum høvuðsregla kann sigast, at í Føroyum vóru ongantíð jarðar- eigarar, sum kundu berast saman við stórar jarðardrottir sum t.d. í Islandi. At bóndin - eisini stórbóndin - sjálvur stóð fyri arbeiði- num á garði sínum, mátti í sjálvum sær forða fyri, at samfelagsmørk, sum ikki var slepp- andi uppum, komu upp. Men fyri tað vóru ikki øll jøvn. At eiga jørð og at sita við jørð var grundarlag undir valdi og ávirkan. Hesin óformligi veruleiki kundi eins væl takast sum ein formligur. Bøndurnir gjørdust løgmenn, løgrættumenn og sýslumenn, og synir teirra arvaðu framíhjárættindi fedranna. Prestarnir sótu á embætisjørð (beneficeraðari jørð) og vóru ein partur av bóndastættini. Hóast ná- greiniligar kanningar eru eftir at gera - t.d. út frá kirkjubókum, seinni manntalslistum og øðrum keldutilfari - so sæst týðiliga í hjúnaløgum eitt „samskifti“ (ein inter- aktión) millum bóndastætt og embætisættir. Eg hugsi tó, at hetta „samansetta“ aristo- krati, minkað í vavi og veldi eftir umstøð- unum, var ov lítið í tali til tess at forða øðrum minni múgvandi samfelagsbólkum eisini at gerast mentanarskapandi og mentanarber- andi. Eg má viðganga, at mær ongantíð hevur dámt heitið „bóndasamfelagið“ um tað føroyska samfelagið, áðrenn fríhandil og skipsfiskiskapur tóku seg upp, fram til hesi nýggju og í longdini kollveltandi fyribrigdi, sum eftir mínum tykki gjørdu enda á teirri gomlu eindarmentanini, sum rakk fram at hesi tíð. Hartil mátti tað avmarkaða sam- bandið við umheimin - serliga í teimum tíð- arskeiðum, tá ið handilin var monopoliser- aður - skapa í føroyinginum eina serliga fatan av sær sjálvum: hvørki ríkur ella fá- tækur hevði annað at gera seg til enn til føroying. Undir hesum umstøðum er neyvan neyð- ugt at leita eftir háfloygdum ástøðiligum grundgevingum fyri, at skapast mátti ein eindarmentan, sum seinni í søguni varð ásannað sum tjóðskapur føroyinga.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.