Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 24

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 24
Atfinna ella uppfinna tað føroyska Ein smávísindalig ritroynd Jóan Pauli Joensen Á jólafundinum í 1888, ið hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri mentanar- og tjóðskaparstrev okkara, skuldu fólk „sam- ráðast um at verja Føroya mál og Føroya siðir'11. Eitt óvanligt tiltak tá, tí, sum Jóhannes av Skarði letur onkran siga, tá var „hetta føroyska ikki uppfunnið"2. Fundarsamtyktin á jólafundinum í 1888 lynti beinleiðis undir ein mentanarpolitikk. Fyrst og fremst við at vinna føroyska mál- inum frama í øllum viðurskiftum. Við frí- handlinum var ei'n nýggj tíð komin, „tó tað, ið er farið, tað andar...“3, sum Hans Andrias Djurhuus sigur. Útróðurin við árabáti fekk av álvara búskaparligan týdning, nú handil, ið tók ímóti fiski, var so at siga í hvørji bygd. Meðan bátsróðurin enn var í hæddini, komu tær fyrstu sluppirnar. Skjótt kom eisini eitt annað sótsvart, klinkandi, stinkandi slag4, - motorbátarnir, ið Hans Andrias Djurhuus kortini heldur munandi betur um enn Mikkjal á Ryggi5, men tað er við sluppun- um, at „teir ungu garparnir vinna sær gull“6. Jóannes bóndi Patursson royndi sum heilt ungur eisini at fáa gongd á føroyskan land- búnað, tá hann kom til Føroya eftir lokna útbúgving í Noregi í 1884. Hann kom við nógvum nýggjum amboðum, ið skuldu koma í staðin fyri tey gomlu einføldu føroysku amboðini. Hann hevði eisini landbúnaðar- skúla í Kirkjubø 1892-98. Nógvir komu í læru hjá honum og tóku við hesum nýggja, sum eisini hevði við sær, at nógv av teimum fornu teigalendunum vórðu løgd sløtt, fyri at nýggj veltinaramboð skuldu kunna nýt- ast.7 Tað kom eina tíð rættilig gongd á land- búnaðin, men tá ið sluppfiskiskapurin kom í hæddina eftir 1. veraldarbardaga, datt áhug- in fyri landbúnaði burtur hjá teimum flestu, og teir valdu vaðbeinið fram um hakan. Ikki fyrr en í teimum ringu 30-árunum fóru teir at velta aftur.8 Meðan tað fyrr vóru jørð og bøndur, sum var vondin í samfelagnum, so komu nú ikki bert keypmenn, men eisini ein rúgva av øðrum yrkisgreinum nú so við og við at gera seg galdandi í tí nýggju samfelagsskipanini.9 Eg havi í stuttum roynt at rita upp hesa broytingartíð, tá ið gomul virði fóru og nýggj komu í staðin. Sjálvandi vóru broytingar farnar fram í føroyska samfelagnum, men tær vóru hendar ógvuliga spakuliga. 011 hugsaðu sjálvandi ikki um hetta, eina minst tey, sum livdu miðskeiðis í øllum. Men tað var ein skari, sum gjørdi tað, og tað vóru fólk, ið vóru burtur og tí sóu alt í einum Fróðskaparrit 36.-37. bók (1988-89): 28-38
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.