Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 25

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 25
AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA 29 øðrum ljósi, hesin skarin skapaði eina nýggja mentan við hugmyndum úr tí gamla før- oyska samfelagnum. Tað er júst í hesi broyt- ingartíð, at tað føroyska verður funnið og kanska uppfunnið, og at roynt var at halda um okkurt av tí gamla sum enn andaði, fyri ikki heilt at missa mentanarliga fótafestið.10 Við hesum eri eg endiliga komin til tað, sum grein mín snýr seg um, nevniliga at gera eina roynd at finna fram til okkurt av tí ítøkiliga í føroyskum samleika. Samleiki Identitetur ella samleiki" er í fleiri fláum. Ovast er tjóðarligur samleiki, síðani etniskur samleiki, sum í ávísum førum kann falla saman við tann tjóðarliga, men sum oftast ikki, tí summar tjóðir eru samansettar av fleiri fólkasløgum. Talan kann eisini vera um staðbundnan samleika, ið er felags fyri fólk, ið búgva á einum stað, t.d. tað sum ger klaksvíkingar til klaksvíkingar og sumbingar til sumbingar. Eg skal royna at sundurgreina høvuðs- innihaldið í hugtakinum samleika, ið kann býtast sundur í tríggjar partar:12 1. Líkleiki. T.e. at ávís eyðkenni ella við- urskifti, sum gera, at fólk eru lík á ávísum økjum. T.d. vaksin upp á sama staði, verið undir somu ávirkan o.s.fr. 2. Ahaldandi samanhangur. T. e. at per- sónurin áhaldandi kennir seg vera tann sama, at sørvingurin áhaldandi kennir seg sum sørving, og ikki verður havnarmaður bert tí hann fer til Havnar at keypa. 3. Váttan ella ásannan. T.e. at eitt fólk í lívi og atburði sínum váttar og ásannar sín samleika, um ikki beinleiðis við at sýna fram pass og onnur samleika- prógv, so við prógvum í sínum veru- máta og atburði. Samleiki er altíð í mun til okkurt annað. I nógvum førum eru vit fyrst og fremst før- oyingar í mun til danir. Fólk kunnu eisini kenna samleika við ávísar bólkar í einum samfelag, t.d. kenna ung seg vanliga í sam- leika við sín egna aldursbólk mótvegis teim- um vaksnu. Treytin fyri, at ein samleiki kann verða til, er eitt ávíst samband ella í vissum førum ávís samvera millum fólk. í so máta er skyld- skapur millum hugtakið samleika og hug- takið mentan. Samleikin má fara fram í ein- um høpi og hava eitt innihald - ein førning, sum kann berast víðari fram. Staðbundin og tjóðarh^ur samleiki Føroyingar hava sjálvandi eins og onnur fólk havt staðbundnan samleika. Hetta eru mál- føri - dialektir - okkara besta dømi um. Men eisini í verkligu mentan okkara er munur á bygdum, um vit kanna eftir tí, t.d. eru búðar- hjallar sermerktir fyri Norðuroyggjar fyri bert at nevna eitt dømi. Tann staðbundni samleikin kom mest sum av sær sjálvum, tað er ein mentan, sum fólk næstan uttan at hava hugsað um tað numu í heimbygdini og í samveruni við tey fólk, sum tey vuksu upp saman við. Hesin samleikin mest sum lá í sjálvum yrkadegnum og kendist natúrligur og mest sum ótilvitandi. Hvussu er føroyskur samleiki gjørdur ítøkiligur síðani aldarskiftið?13 Eg havi longu nevnt stríðið fyri at vinna føroyska málinum ræsur. Ein spurningur, sum annars er væl og virðiliga viðgjørdur av fleiri m.a. Arnfinni Thomassen og Petur Martin
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.