Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 27

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 27
AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA 31 baki. Bygdarsøgurnar eiga sín part í sam- leikagerð okkara. í „Tey byggja land“ eftir J. Símun Hansen fáa vit upplýsingar um næstan øll fólk í Norðuroyggjum upp til 1970,20 soleiðis at tað nú er lætt hjá fólki at finna røtur sínar. Munnu ikki tær royndir, sum hesi seinastu árini hava verið gjørdar at greina ættina, ella ættarfundirnir, ið eru vorðnir vanligir hesi seinnu árini, ikki eisini hava við samleikaspurningin at gera, um á ein annan hátt. Mentanarlig eyðkenni og ímyndir Eitt serføroyskt eyðkenni var føroyski dans- urin, sum hóast aldargamal, nú fekk eitt nýtt innihald, tí hann umboðaði tað føroyska mótvegis tí útlendska. Økta medvitið gjørdi, at fólk varnaðust hetta, fyri tey flestu kenda, fyribrigdi betur, og royndu at fara betur um dansin. Lív mátti haldast í honum. Sjálvt um dansurin ikki er hvønndagskostur í dag, so er tráðurin ongantíð slitnaður. Við dansi- feløgunum verður alsamt hildið lív í dans- inum. Eitt annað, sum var funnið fram úr tí gamla, eru tey føroysku klæðini. Rasmus á Háskúlanum sigur í endurminningum sínum, at tá Jógvan hjá Godtfredi giftist, í 1888, var Jóannes Patursson, ið var 1. brúðmaður, „í velakjóla og høgum hatti. Slíkt var óhugs- andi seinni“21. Gevi gætur, at hetta var sama árið, sum jólafundurin varð hildin. Tey før- oysku klæðini vóru sjálvandi til fyri hetta og høvdu sum alt annað eisini livað sítt sið- søguliga lív við broytingum og ávirkan av móta uttanífrá. Tá vóru tey vanligu klæðini, sum øll gingu í, men nú vóru tey mest sum uppfunnin av nýggjum og fingu so við og við týdning sum tjóðskaparligt eyðkenni, í veitslulag og serliga tignarligum umstøðum. Mær er sagt frá, at tá danski kongurin vitjaði Føroyar í 1906, vóru fleiri av teimum, sum gingu fyri borðum, í føroyskum klæðum, og tað sigst, at eftir hesa vitjan var tað vanligari at síggja fólk í føroyskum klæðum, enn tað hevði verið. Sum við so nógvum, so hevur áhugin fyri føroysku klæðunum gingið í bylgjum. 011 høvdu heldur ikki ráð ella møguleika at fáa sær tey. Áhugin fyri før- oysku klæðunum er ikki vorðin minni hesi seinnu árini og er kanska í hæddini í dag.22 Tað sigst, at tað hjá summum føroyingum er so átrokandi at ásanna sín føroyska sam- leika, at teir, so skjótt teir koma til Keyp- mannahavnar, mugu inn á vertshúsið „Skarv“ at eta føroysk knettir. Matur og matsiðir er ofta tað, sum hongur fastast uppi í okkum, og sum er sera týdningamikið í ásannanini av okkara mentanarliga sam- leika. Ikki bert serføroyskur matur sum skerpikjøt, riklingur, „tvøst og spik og seið- ur“, sum Rasmus Effersøe tekur til,23 hevur verið, og er enn ein týðandi táttur í føroysk- um samleika. Men eisini føroyska rullupyls- an fekk fyri ikki so langari tíð síðani tjóð- skaparligan týdning í sambandi við, at Atl- antsflog byrjaði flúgving sína. Ein av mun- unum millum føroyskan og danskan sam- leika var rullupylsubitin í mateskjuni, ið borðreitt varð við umborð. Mamma segði fyri mær, at einaferð hon stóð og bukaði fisk í túninum, kom ein kona handanfyri, sum hevði havt ørindi í Sørvági, framvið. „Neyð- ardýrið“, læt í henni, „eigur tú ikki annað at geva børnunum hjá tær“. „Jú“, segði mamma, „øll lakaíløtini eru full í kjallar- anum, men eg fór at munga eftir turrum fiski“. Fyri stuttum segði onkur fyri mær, at turrur fiskur og spik, sum fyrr var alt annað enn veitslumatur, av føroyingunum, sum høvdu verið í Danmark undir krígnum, varð gjørt til veitslumat, eisini tá teir komu heim
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.