Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 31

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 31
AT FINNA ELLA UPPFINNA TAÐ FØROYSKA 35 eins og hjá Jákup Zacharias Andrasson. Mest umhildnir vóru grindaknívarnir, men prýðiligu borðknívarnir og forskerararnir stóðu í handverkslist ikki aftan fyri hesar.30 Tað hava sjálvandi eisini verið aðrir góðir knívsmiðir enn Argjamenninir. Teir Frammi við Gjónna vóru eisini kendir fyri sínar góðu grindaknívar og annað jarnsmíð. Tað sum eg við hesum vil vísa á, er at Petur Arge í listhandverki sínum sum heild, men ikki minst við teimum grindamotivum, sum hann leggur í knívar sínar, skapar ein serligan føroyskan symbolikk. Teir fáa eitt eyka vav - eina eyka dimensjón, við týdningi fyri føroyska samleikan, sum er viðurkendur av bæði føroyingum og øðrum.31 Enn er henda tradisjón livandi, og tað ber til at fáa ein grindakpív smíðaðan, og teir eru eisini til sølu í ávísum sølubúðum. Grindahvalurin og okkurt av tí, sum hoyr- ir đrápinum til, verður eisini avmyndað á skartgripum og øðrum prýðislutum. Gull- og silvursmiðir smíða vakrar gullringar við mynd av grindahvali í, eisini oyralokkar og annað skart hevur mynd í av grindahvali. Grindasápa og grindatannpasta vórðu eisini eina tíð seld í Føroyum, men er helst ikki framleitt her. Eg haldi meg sum smá- drong minnist øskubikør í líktust grinda- hvali. Fyri nøkrum árum síðani fekk ein peningastovnur gjørt ein sera fittan spari- kistil eisini í grindahvalslíki. Ein grindahval- ur í føroyskari húgvu, ið heldur á einum bólti, hevur verið eyðkenni fyri altjóða handbóltskappingar í Føroyum. Grinda- hvalur við føroyskari húgvu á kúluni, og sum blæsur í saxofon, hevur eisini í nøkur ár verið eyðkenni hjá Tórshavnar jazz-festival. Verður leitað betur, er einki at ivast í, at fleiri dømi finnast. Grindareiðskapur „en miniature" er at fáa til keyps og er ofta at síggja sum veggjaprýði íføroyskum heimum, rættiligir grindaknívar eru eisini at síggja á stovubróstinum. Eg fari helst ikki skeivur, um eg sigi, at danska kongshúsið er væl útgjørt at fara í grind, um tað skuldi verið neyðugt. Onnur enn Mar- greta drotning hava fingið grindareiðskap í gávu í sambandi við vitjan í Føroyum. í fleiri førum eru tað hini - tey fremm- andu, sum vísa á eyðkenni við okkum, sum vit kanska ikki geva okkum so nógv far um. Ferðafólk seta eisini krøv til fólkini í tí landi, tey vitja, tí tey vilja uppliva okkurt frumkent og eksotiskt og verða ikki sørt hugstoytt um tey fólk, sum tey vitja, líkjast ov nógv teim- um sjálvum, sum t.d. ein týskari, ið var í Føroyum í 1913 og varnaðist alt tað nýggja, sum vinnur fram: „Und so wird dieser typhische Menchenschlag dem Anthropo- logen ebenso uninteressant werden wie wir ubrigen Europaer.“32 Hin vegin er e'in miðvís skapan av egnum samleika ein partur av mentanargongdini. Eitt sum okkara navnframa søgumanni og rithøvundi Jørgen-Frantz Jacobsen hevur verið greitt. í 1936 gav han út „Færøerne. Natur og Folk“, ið einamest var ætlað ferðandi við áhuga fyri Føroyum. Jørgen-Frantz Jacob- sen dámdi væl at ferðast: „ At introducere var ham en lidenskab og en fornødenhed. Ikke mindre end to gange var han med til at arrangere turistture til Fær- øerne, og han optrádte under disse med stort held som rejsefører,"33 sigur vinmaðurin William Heinesen um hann. Lýsing hansara av grindadrápinum er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.