Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 38

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 38
42 FØROYSKA MÁLNEVNDIN í 1942. Svenska málið í Finnlandi er sum kunnugt í minniluta og stríðist fyri tilveru síni - fyrr í tíðini var tað harramálið, sum finskt varð at lúta fyri, so har er viðvent í holuni. í 1949 varð ein finsk málnevnd sett á stovn. Finsk málrøkt hevur verið ógvuliga átøk teirri íslendsku og okkara, við tað at hon hevur gjørt nógv við at evna til nýggjyrði úr egnum tilfari í staðin fyri at taka upp fremmandaorð. Seinni beyð svenska málnevndin umboð- um úr Danmørk, Noregi og Finnlandi til orðaskiftis um málsligt samstarv, og tað varð úr, at ein norsk málnevnd varð stovnað í 1951, og ein donsk í 1955. í 1972 varð norska málnevndin umskipað til eitt málráð, Norsk sprákrád, ið hevur rættiliga stóran myndug- leika - annars hava málnevndirnar yvir- høvur lítið og einki vald, eru fyri tað mesta bert ráðgevandi í málspurningum. íslendsk málnevnd varð skipað í 1964. Onkur kann hava hug at undrast á, at íslendsk málnevnd er so ung í gøtuni, tí mong vilja vera við, at íslendsk málrøkt hevur verið ógvuliga nógv miðstýrd; men so hevur ikki verið: alt fólkið at kalla hevur verið - og er - samsint um ta sterku málrøktarstevnu, ið íslendingar eru víða kendir fyri. Uppskot um nýggj orð koma frá øllum fólkinum, bæði leikum og lærdum. Longu í 1955 varð stovnað grøn- lendsk mál- og stavsetingarnevnd, og í 1982, tá ið Grønland fekk heimastýri, varð hon gjørd til fasta málnevnd, ið hevur rættiliga stórt vald. I 1975 komu tvær málnevndir afturat: Sámiska málnevndin, við umboðum fyri sámiskt mál í Noregi, Svøríki og Finn- landi og so Sverigefinska spráknamnden, t.e. nevnd, ið skal taka sær av at røkja og varð- veita finska málið í Svøríki - har hava finnar í stórum tali tikið sær bústað. Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952. Mentanarnevnd ráðsins tók upp aftur hug- myndina um at fáa í lag eina samnorður- lendska málnevnd, men tað varð av ongum í teirri atløgu. í tí sambandi varð hildin ein norðurlendskur málfundur í Oslo 1954, og síðan tá hava umboð fyri norðurlendsku málnevndirnar hitst til fundar á hvørjum ári til skiftis í hinum ymsu londunum til at sam- ráðst um felags málslig áhugaevni. í 1974 kom á fyrsta sinni innbjóðing til Fróðskaparsetur Føroya um at senda umboð á norðurlendskan málfund, sum tað árið varð hildin í Danmørk. Innbjóðing varð send øllum málsligum minnilutum („minori- teter“!) í Norðurlondum til at koma á fundin at greiða frá viðurskiftum sínum. Vit svar- aðu, at føroyingar vóru eingin málsligur minniluti í sínum egna landi, og at vit tóku ikki av innbjóðingini sum minniluti. Stud. mag. Kaj Larsen, ið tá las í Keypmannahavn, varð biðin um at umboða okkum á fundinum og har siga, so at eingin misfataði tað, at vit gingu ikki undir at verða skrírdir málsligur minniluti, og tað gjørdi hann væl og virðiliga. Røða hansara er til skjals í Sprák í Norden 1975. Sprák í Norden er fitt árbók, sum norðurlendsku málnevndirnar geva út í felag. Har verða prentaðir m.o. evni fyri- lestrar, ið hildnir hava verið á hinum árligu málfundunum. Málið um eina felags norðurlendska mál- nevnd ella samstarvsstovn millum mál- nevndirnar í Norðurlondum spøkti av og á, men í 1973 varð álvara úr. Tá varð uppskot um norðurlendska málnevnd aftur framsett í Norðurlandaráðnum, og eftir drúgt kann- ingar- og nevndararbeiði varð at enda stovnað Nordisk spráksekretariat, sum tað eitur á skandinaviskum málum. Føroyska navnið er Málstova Norðurlanda, á ís- lendskum Norræn málstoð. Hon tók við
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.