Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 39

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 39
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 43 starvi 1. juli 1978 og hevur so statt 10 ár á baki í ár. Hon hevur frá byrjan havt atsetur sítt í Oslo í húsinum hjá norska málráðnum. Fyri Málstovu Norðurlanda situr eitt tólv manna stýri, ið umboðar danskt, finskt, før- oyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt, sám- iskt og svenskt - tey stóru londini hava 2 limir hvørt og tey smáu ein. Eg havi verið umboðsmaður fyri føroyskt mál í hesum stýri øll hesi árini. Stýrið hevur funđ eina ferð um árið og tá altíð um somu tíð sum árligi fundurin hjá málnevndunum verður hildin. Málstova Norðurlanda skal a) vera ráðgevandi og samskipandi stovn- ur í mál- og frøðiorðaspurningum, ið eru felags fyri í minsta lagi tvey av norðurlandamálunum, b) taka stig til greinargerðir og gransking- ar(verk)ætlanir av felags norður- lendskum áhuga um t.d. málrøkt, yrk- isheiti, fatan millum norðurlendsku málini og frálæru í grannamálum og virka fyri, at hesum spurningum verður sýndur áhugi í útbúgvingini á lærdum háskúlum, c) fylgja við grannamálaundirvísingini á øllum útbúgvingarstigum í Norður- londum, d) samstarva við fjølmiðlar - útvarp og sjónvarp, bløð og bókaforløg - um at- gerðir til at fremja málfatan millum Norðurlond, e) taka stig til og hjálpa til at gera orða- bøkur og orðalistar millum mál í Norð- urlondum, f) stuðla til, at úrslit av greinargerðum, frøðiorðaarbeiði o.ø. verða kunngjørd á hóskandi hátt, g) stíla fyri norðurlendsku fundum ráðsins og skeiðum um málspurningar. Málstova Norðurlanda hevur avrikað nógv hesi 10 árini, sum her verður ov langt at rokna upp. Tó er sumt, sum ikki samtykkir við áhugamálini hjá okkum og øðrum „út- jaðarmálum". Eitt endamálið er at royna at forða fyri, at norðurlandamál fara meira hvørt sína leið enn gott tykir. Tí royna teir at finna felags nýggj orð og heiti fyri nýggjum fyribrigdum. Men sum vera man, hevur hetta bert týdning fyri tey trý miðmálini: danskt, norskt og svenskt, ið eru so lík í bygnaði, sum um tey høvdu verið málføri (dialektir) av sama máli. Vit og íslendingar hava aðra málstevnu og kunnu aloftast ikki nýta tey orð, ið hinir semjast um, men vit kunnu tí sum vera man fáa góð hugskot av loysnunum hjá hinum. Ofta er takið hjá teimum at semj- ast um at knæseta sama fremmandaorðið! Tó ber til at siga, at óttin fyri enska orða- óløgunum, ið leggja tjúkt innyvir, er farin at gera alt meira vart við seg, eisini í stórlond- unum. Allar málnevndirnar geva út forvitn- islig bløð og smátíðarrit við málsligum upp- lýsingum fyri almenning, og har eru íðuliga at síggja uppskot um heimlig orð í staðin fyri ensk (og onnur fremmand) - men nú eru nógv tey flestu fremmandaorðini ensk/ amerikonsk. Málnevndirnar í Norðurlondum eru sum vera man ymsar til støddar, í stórlondunum eru tær so fjølmentar, at øll nevndin kemur ikki saman uttan eina ferð um árið, men so eru fámentari starvsnevndir, ið hittast oftari. Skrivstovurnar hava tær góðar við nógvum starvsfólki, ið tekur sær av dagliga arbeið- inum, sum er m.a. at svara spurningum gjøgnum telefon, at skráseta nýggj orð úr bløðum og bókum, at skriva greinir og bóklingar. Danska málnevndin ger einki við at átala tflíkt í málburði, ið tykir óheppið. Hon svarar, tá ið hon er spurd, men fellir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.