Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 41

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 41
FØROYSKA MÁLNEVNDIN 45 at halda norðurlendskan málfund í Føroy- um. Vanligt er at tann, sum við fundarlok býður til fundar næsta ár, eisini skjýtur upp evni til umrøðu. Eg segði, at nú høvdu vit havt til viðgerðar, hvussu fremmandaorð skuldu verða stavsett. Hevði tað ikki verið sum nakað einaferð at tala um, hvussu vit skapa nýggj orð á heimligari grund - burtur úr tí tilfeingi, sum í málinum sjálvum er, úr teimum møguleikum, sum í málinum liggja. Uppskotið fekk góða undirtøku, og hetta var so statt umrøðuevnið á fyrsta norðurlendska málfundinum, ið varð hildin í Føroyum. Tað var í august 1984. Alt gekk avbera væl í hond. Føroyar eru eitt vælsignað land at vísa blíðskap í, tá ið veðrið er til vildar. Og tað var tað. Einasti regndagur var, meðan vit sótu á fundi. Men tað var ikki bert til tað ytra, at fundurin var væl eydnaður. Hetta evni, sum vit høvdu skotið upp, orðagerð á heimligum støði, royndist av sonnum forvitnisligt og eggjandi til umrøðu. Tað er ikki yvir at dylja, at á málfundum yvirhøvur snýr tað seg mest um áhugamál hjá miðlondunum, útryðjulondini kenna seg stundum eitt lítið sindur uttanfyri. Men her var viðvent. Nú vóru tað hesi londini, sum høvdu meir at siga enn hini trý miðlondini, tá ið nýnorskt er frároknað. Tey mál, sum høvdu staðið í skugga av hinum stóru, høvdu øll nýtt somu ráð í royndunum at koma fyri seg aftur, og eini teirra vóru at skapa nýggj orð úr egnum tilfari til tess at búgva málini til at siga tað, ið fyrr hevði verið ósagt ella eisini sagt á óvandaðum blandingsmáli. Finnar og sámar nýttu sama hátt sum íslendingar og vit, og grønlendingar høvdu eisini gamlar royndir á hesum øki. Nú ið grønlendska málið aftur er komið í hásæti, fara teir at leggja doyin á at menna tað og royna at seta heimlig orð í staðin fyri tey donsku, sum tað hevur utt við seinastu árini. Ein vansin var, segði grønlendski um- boðsmaðurin, at nýsmíðað grønlendskt orð hava lyndi til at gerast ov long og óviðførlig, tí at tað hevur verið væntað av teimum, at tey skuldu lýsa alt fyribrigdið ella hugtakið, tey vóru um - nakað soleiðis skilti eg tað, hann segði. Nú hugsaðu teir um at nýta teld- ur til at gera orð. Tey skuldu fylgja grøn- lendskum mállógum, men vera stutt og snøgg. So kundi verða samtykt, hvat tey skuldu merkja. Hetta er framferðarháttur, ið tykist okkum løgin og fremmandur, men er vist ikki heilt ókendur aðrastaðni. Mær hevur verið sagt, at telda eitur ral á estiskum máli, og at hetta er hissini myndað orð uttan samband við nakað annað orð í málinum. Fyrilestrarnir á hesum fyrsta norðurlendska málfundi í Føroyum eru prentaðir í árbókini Sprák i Norden 1985. - Fleiri søgdu mær bæði tá og seinni, at hetta var besti mál- fundur, tey høvdu verið á, og tað var so hjartaliga sagt, at eg fari at halda, at tað var ikki bara hól. Eitt úrslit av hesum fundi er eitt rann- sóknartiltak, ið ætlað er at fremja við heit- inum „Purisme og demokrati". Tað er Erik Hansen professari í Keypmannahavn, ið er komin við uppskotinum. Ætlanin er at vita eftir, um orð skapað á heimligum støði eru lættari hjá fólki yvirhøvur at skilja enn tey fremmandu og gera samfelagið gjøgnum- skygdari og tí meira fólkaræðisligt. Hetta man fara at vera torfør kanning at fremja í verki, men forvitnisligt verður at frætta um úrslitið, um nakað verður. Tað er ikki yvir at dylja, at illa gongst mangan hjá norðurlandafólki at skilja hvørt
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.