Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 46

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 46
50 FØROYSKA MÁLNEVNDIN ur fyri at fáa felagið í lag. Hinir limirnir í fyrstu nevndini vóru M. A. Jacobsen, Jákup Dahl, Rikard Long, Símun av Skarði, Thor- stein Petersen og Líggjas Húsgarð. 14. grein í lógum felagsins stendur, at nevndin hevur heimild at seta undirnevndir, sum skulu starvast hvør í síni yrkisgrein, og á fyrsta nevndarfundi 7. juni 1933 vórðu ikki færri enn 9 tílíkar undirnevndir settar. Av tí at henda skipan hevur enn stóran áhuga, skal eg nevna nevndirnar, men ikki eru stundir at siga hvørjir, ið sótu í teimum (hvørjir sigi eg, tí alt var mannfólk!): Handilsnevnd, sjó- nevnd, landbúnaðarnevnd, læknanevnd, løgfrøðinevnd, formulárnevnd, skúlanevnd, smíðnevnd og maskinunevnd. Ætlanin var, at hvør nevndin skuldi savna orðatilfar inn- an tað yrki ella øki, hon bar navn eftir. Tað sum burturúr kom var Lítil brævabók 1934, sum formulárnevndin man hava evnað til, og Yrkisnøvn 1937. Aftur at hesum gav felagið út Føroya bókmentasøgu eftir Chr. Matras í 1935 og Føroya floru eftir Rasmus Rasmussen í 1936. Saman við aðalfundar- boðum í januar 1941 fingu limirnir fyrsta prentað ark av danskari-føroyskari orðabók, ið Tórarinn Evensen hevði greitt til prent- ingar, men meira kom ikki út, og tað var stórt spell, tí byrjanin boðaði frá góðum. Eg bar við í fyrra fyrilestrinum, at tørvur mundi enn verið á einum málfelag, sum í mongum førum nógv betur enn málnevndin kundi virkað til frama fyri rættindum og sóma móðurmálsins í samfelagnum. Móður- málslærarafelagið, ið varð stovnað 1981), hevur longu avrikað nógv til gagn fyri málið í skúlanum, men hevur eisini latið rødd sína hoyra uttan fyri virkisøki sítt, sum navnið sigur til. Ikki mega vit gloyma tann mál- gróður, ið var millum føroyinga í Keyp- mannahavn stríðsárini við Búgvanum sum málgagni. Tað, ið har spratt, rein væl við seinni heima á landi. Eisini er vert at hava í huga, at føroyskt varð til sum útvarpsmál í Keypmannahavn síðst í 40-árunum í send- ingum í danska útvarpinum. Tað vóru før- oyskir studentar undir kønu leiðbeining Chr. Matras, ið her brutu upp úr nýggjum. Máls- ligi arvurin haðan var fluttur heim, tá ið Utvarp Føroya varð stovnað í 1957 við Axeli Tórgarð sum stjóra. Føroya Fróðskaparfelag, ið varð stovnað í 1952, hevði sum eitt av fremstu endamálum sínum at menna føroyskt mál til nýtslu í vísindaligum ritgerðum. Tað endamál varð framt m.a. við árbók felagsins, Fróðskapar- ritum. Men eisini málrøktarstarv yvirhøvur hevði áhuga felagsins, og við tí í huga fekk tað í lag Málstovn Føroya Fróðskaparfelags í 1958. Endamálið líktist nógv tí hjá Føroya Málfelag, m.a. at g /a fólki ráð og leiðbein- ingar í málspurningum og geva út orðalistar úr ymsum yrkisgreinum. Størsta takið var at fáa keypt heim ljóstak av øllum tí stóra seðlasavninum til føroyska orðabók, sum Chr. Matras hevði savnað til í mong ár í starvi sínum í Keypmannahavn. Tá ið Chr. Matras kom heim at starvast við hitt ný- stovnaða Fróðskaparsetrið í 1965, hevði hann upprunasavnið við sær og hitt ljóstikna savnið fór aftur til Keypmannahavnar. Mál- stovnurin hevur fingið nógv á skaftið undir fyristøðu Jóhannesar av Skarði. Umframt orðabøkur hansara, ta donsku-føroyskt og ensku-føroysku, eru har gjørdir orðalistar úr fyrisitingarmáli, náttúrusøgu og alisfrøði. Felagið fekk eisini í lag 2. útgávu av føroysku orðabókini og eykabindi til hennara. Eitt trúfast lið av gevarum, bæði stovnum og einstaklingum, hevur frá fyrstu tíð staðið saman um Málstovnin og styðjað hann peningaliga. í 1980 kom tann broyting í, at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.