Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 66

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 66
70 RÆTTARMÁLIÐ I FØROYUM stóran áhuga í sambandi við málspurningin yvirhøvur og sostatt eisini í spurninginum um rættarmálið. Undir orðaskiftinum segði prósturin, Jákup Dahl, m.a.: „Henda sak, ið kemur í dag til umrøðu, er mær kunnugt komin inn til tingið í fjør, og innihaldið av henni er í stuttum at biðja tingið fáa í lag, at okkara mál vinnur betri og víðari ræsur her í Føroyum. Sakin er send inn á ting av nøkr- um ungmannafeløgum í Føroyum. Millum annað er nevnt at geva føroyskum størri ræði í okkara skúlum, á tingi og sum rættarmál og endiliga sum kirkjumál...“. Ikki allir ting- menn tóku væl undir við málinum. Ein teirra, sum var varin, var sambandstingmað- urin Jógvan Poulsen, lærari á Strondum. Hann hevði í síni tíð verið virkin Føringa- felagsmaður og hevði í verki sýnt vilja til at taka ítøkilig stig, móðurmálinum til frama. Jógvan Poulsen segði m.a.: „Et Sprog er som et levende Væsen og i stadig Udvikling. Vi ved, at jo mere vi bruger vore Lemmer, des mere udvikles de og styrkes. Sproget har den samme Egenskab. Hvor det ikke bruges, gaar det ikke frem, men tilbage. Vi bruger Færøsk hver eneste Dag i Marken, Bjergene og paa Havet. Her har det udviklet sig til Fuldkommenhed. Vi kan gengive smaa Nuancer. Men vi har ikke i lang Tid brugt det paa andre Omraader. Paa disse Om- raader har man ofte brugt danske Ord med færøske Bøjninger. I saadanne Spørgsmaal har jeg været i stor Forlegenhed for at finde Udtryk paa Færøsk.“ Sum nevnt frammanfyri varð uppskotið til føroyska rættargangslóg við fyrstu við- gerð beint í eina trímannanevnd, og nevndin legði í 1921 fram álit við uppskoti um rættar- gangslóg fyri Føroyar. Uppskotið var tilevn- að av amtmanninum og gekk út upp á at seta í gildi fyri Føroyar donsku rættargangs- lógina við ávísum nærri tilskilaðum broyt- ingum. Viðvíkjandi rættarmálinum var eing- in onnur broyting enn eitt uppískoyti við- víkjandi váttan av umsetingum, t.e. rættar- málið í Føroyum skuldi eins og í Danmark vera danskt. Nevndin skeyt upp at gera broyting í grein 149 um, at rættarvitni skuldi vera til hjálpar við yvirhoyring av persónum, sum tosaðu føroyskt, um viðkomandi vildi tað, og eisini skuldi dómari, sum dugdi før- oyskt mál, hava rætt til at nýta tað, tá ið slík yvirhoyring fór fram. Við viðgerðina í ting- inum setti Jóannes Patursson fram uppskot um, at persónar, sum vórðu yvirhoyrdir í rættinum, skuldu hava loyvi til at nýta antin danskt ella føroyskt mál, og sama rætt skuldi dómarin hava. Broytingaruppskotið hjá Jóannesi Patursson fekk 9 atkvøður og fall, og uppskotið hjá nevndini varð samtykt við 12 atkvøðum. Vi>. 3. viðgerð um lógarupp- skotið í síni heild fekk tað bert 9 atkvøður og fall sostatt. Árið eftir varð málið tikið upp aftur í tinginum eftir áheitan frá Edward Mitens. Tað varð beint í eina serliga 5-mannanevnd, sum bað amtmannin um at heita á løgmála- ráðið um at gera uppskot til føroyska rættar- gangslóg við grundarlagi í tí uppskoti, tingið hevði samtykt við aðru viðgerð árið fyri. Nevndin legði fram álit í málinum í 1923. Viðvfkjandi rættarmálinum skeyt nevndar- meirilutin upp at seta inn í grein 149 uppí- skoyti um, at dómari, sum dugdi føroyskt mál til fulnar, eisini hevði rætt til at nýta tað við yvirhoyring av persónum, sum tosaðu føroyskt. Minnilutin (Jóannes Patursson) skeyt upp at seta inn í grein 149, at rætt- arvitni skuldi vera til hjálpar við yvirhoyring, um rætturin helt tað vera neyðugt, og at persónar, sum vórðu yvirhoyrdir, høvdu rætt til at nýta antin danskt ella føroyskt mál, og
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.